Um tú ert fátækur, men vilt verða ríkur, veldst ikki so nógv um hvat tú tjenar, sum hvussu tú hugsar
- George Gilder

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Seinnu mongu árini er talið á útlendingum, sum seta búgv í Føroyum, vaksið skjótt og veksur enn. Sambært Hagstovuni er ein stórur partur av orsøkini til fólkavøkstur í Føroyum seinastu árini tann stóra tilflytingin. Talan er tá óivað um føroyingar, sum flyta heim, men ikki minni um útlendingar, sum flyta til Føroya í sambandi við arbeiði, familjuviðurskifti o.a.

Hesi ríka okkara samfelag og taka m.a. upp arbeiði, har tørvurin á arbeiðsmegi er stórur og trupul at nøkta. Tey bera við sær nógvan kunnleika, vitan og mentan, sum kemur og í størri mun eigur at koma føroyska samfelagnum til góðar. Fleiri og fleiri tekin eru um, at neyðugt er at styrkja fyrisitingina av hesum øki, so samfelag okkara er betri ført fyri at taka ímóti tilflytarum og gera tað høgligt hjá teimum at lenda í skipanum, sum mynda okkara gerandisdag. Men tørvur er helst eisini á at stýra gongdini og tryggja myndugleikum betri vitan, grundarlag og heimildir á hesum øki, og óivað er neyðugt at nágreina rættindi og skyldur hjá bæði einstaklingum og myndugleikum.

Í fleiri ár hava vit frætt um, at arbeitt verður við føroyskari integratiónslóg, tó enn er hon ikki komin, og tað tykist sum, at málið er av meira torgreiddum slagi.

Tí verða hesir spurningar settir landsstýrismanninum við ábyrgd fyri hesum øki, Bjarnar K. Petersen:

  1. Hvussu gongur at fyirreika lógaruppskot um integratión?

  2. Hvørjir eru týdningarmestu tættirnir, sum ein slík lóggáva eigur at fevna um?

  3. Hvørjar eru størstu avbjóðingarnar at skipa ein heildarkendan føroyskan politikk á útlendingaøkinum?

  4. Nær væntast lógaruppskotið at vera klárt at bera í Løgtingið?

Spurningurin varð sendur hin 30. Mai og havi eg fingið boð um, at landsstýrismaðurin skal hava svarað seinast 12. juni.

Hanna Jensen,
løgtingskvinna,
Framsókn

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo