Um tú ert fátækur, men vilt verða ríkur, veldst ikki so nógv um hvat tú tjenar, sum hvussu tú hugsar
- George Gilder

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Steffan Klein Poulsen, løgtingsmaður
Svarari: Dennis Holm, landsstýrismaður í fiskivinnu- og samferðslumálum
Evni: Tunlarnir norður um fjall og Depilssvingið

Spurningar:
1. Nær væntast at nýggju tunlarnir norður um fjall lata upp?

2. Hví hevur Landsverk valt at leggja nýggja tunnilsvegin, fyri norðan fjall, ímillum Norðtoftavegin og gamla tunnilsvegin?

3. Hví bleiv ikki valt at knýta nýggja tunnilsmunnan norðan fyri og Norðtoftavegin saman ístaðin?

4. Hvat kostar hesin vegurin av samlaðu verkætlanini?

5. Heldur kostnaðarætlanin fyri alla tunnilsverkætlanina?

6. Hvørjar niðurstøður eru lokala friðingarnevndin og yvirfriðingarnevndin komnar til, í samband við at gera nýggjan veg tvørtur um Depils Á?

7. Hvat kostar tað at leggja rør, fylla grót í og gera veg tvørtur um ánna?

8. Hvat kostar tað at gera eina brúgv tvørtur um ánna?

9. Hvat kostar tað at breiðka núverandi veg í Depilssvinginum?

10. Hvørja loysn mælir Landsverk til viðvíkjandi Depilssvinginum?

Viðmerkingar:
Hesin fyrispurningurin er settur fyri at fáa greiðu á, hvussu gongst við nýggju tunlunum norður um fjall.

Tað frættist lítið í tíðindunum um hesa verkætlan.

Hetta er vanliga eitt gott tekin, og tí er eisini spenningur, um verkætlanin verður liðug fyri tíð.

Upprunaliga tíðarætlanin sigur, at tunlarnir standa lidnir í november 2024.

Eitt, sum fleiri lokalir íbúgvar undrast á, er, hví Landsverk hevur valt at gera nýggja tunnilsvegin norðanfyri, ímillum tveir aðrar vegir. Tí verður eisini spurt um hetta.

Depilssvingið er eitt rættiliga skarpt s-sving. Stórir bilar kunnu ikki møtast í hesum svinginum.

Harafturat er tað eitt rættiliga óøkonomiskt sving orsakað av, at bilførarar noyðast at seta ferðina úr 80 km/t niður á einar 30-50 km/t og síðani uppaftur á 80 km/t eftir svingið.

Bæði maskinur og grót eru á staðnum; tí skuldi hetta verið lagaliga løtan at rætta upp á Depilssvingið.

Depils Á tekur seg tó sera væl út har; tí verður bæði spurt um niðurstøðurnar hjá friðingarmyndugleikunum og hvørja loysn Landsverk sær fyri viðvíkjandi Depilssvinginum.

Á Løgtingi, 07. juni 2023
Steffan Klein Poulsen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo