Ungdómur er hvørki so ella so. Oftast er hann bæði - og...!
- Børkuvísur

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

ÍSF: Í gjár var endabrestur á ársins Skúlaleikum, tá 15 flokkar hittust til endabrakið á Hálsi í Havn. Seks ítróttagreinar vóru á skrá: Frælsur ítróttur, flogbóltur, badminton, inniróður, kurvabóltur og rørslumegi. Næstan 2000 næmingar úr 4., 5. og 6. flokkum kring alt landið hava tikið lut í Skúlaleikum hetta skúlaárið.

Hetta hevur verið heilt fantastiskt at verið við til bæði hjá okkum í ÍSF, hjá ítróttalærarunum, sum fáa íblástur og nýggjar tankar um lærugreinina ítrótt og ikki minst hjá børnunum, sum hava smílst frá oyra til oyra undir stevnunum, sigur forsetin í ÍSF, Elin Heðinsdóttir Joensen.

Dagurin gjørdist einastandandi góður og stuttligur. Hvør flokkur meira eldhugaður enn annar – bæði næmingar og lærarar - og eftir 13 undanstevnur vita ítróttagreinarnar júst, hvussu tær skipa ein góðan stevnudag. Alt hetta ger tað lætt og stuttligt hjá ÍSF at skipa fyri einum so stórum skúlaátaki.

Tá alt kom til alt, var tað næstan ikki gjørligt at taka dagar ímillum flokkarnar, og tí var spenningur stórur, tá ársins Skúlaleika-flokkar enduligu vórðu kosnir.

Ársins Skúlaleika-flokkar 2023 gjørdust:

- 4. flokkur úr Kollafjarðar Skúla

- 5. flokkur úr Sands Skúla

- 6. flokkur úr Skúlanum við Løgmannabreyt

Vit vita, at nógv børn og ung røra seg ov lítið. Vit vita, at nógv halda tað sosiala vera trupult. At nógv teirra eru einsamøll handan hvør sín skerm. Skúlaleikir snúgva seg um felagsskap og um rørslu. Um at taka nøkur element úr kendum ítróttagreinum og tillaga tað, so øll kunnu vera við., sigur Elin Heðinsdóttir Joensen.

Eftir stevnuna hittust umboð frá ítróttagreinunum saman við samstarvspørtunum, og her kom fram, at tað eru fleiri børn, sum hava valt at royna seg í ymsu greinunum uttanfyri skúlatíð. Hetta er gleðiligt. Stóru smílini ígjøgnum dagin geva okkum eisini avgjørt kensluna av, at næmingarnir fáa ein góða uppliving saman sum flokkur.

Skúlaleikir verða aftur á skrá komandi skúlaár, og longu frá 1. juni kunnu ítróttalærarar tekna seg til skeið.

ÍSF ynskir at menna Skúlaleikir og bjóða Skúlaleikir til fleiri floksstig. Ynskiligt er at menna eitt tilboð til næmingar í innskúlingini og eitt til útskúlingina, og hetta vóna vit, at vit saman við góðu samstarvspørtunum kunnu arbeiða fram ímóti næstu árini.

Samstarvspartarnir eru: Barna- og útbúgvingarmálaráðið, Kommunufelagið, Fólkaheilsustýrið og Fróðskaparsetur Føroya. Betri stuðlar Skúlaleikum.

 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo