Tí tørvar ikki at leita eftir orðum, sum altíð sigur satt
- danskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Andaktir

Tað eru løtur, ið eru dýrabærari enn aðrar. Lívgandi, ljósar og frískar. Vit standa við nýfødda barninum í føvninginum, og tíðin steðgar eina góða løtu. Vit ganga kærleikans veg hond í hond. Ungar ástir gera lívið spennandi. Dreymakend er tilveran, og einki annað hevur týdning í løtuni uttan samveran.

Í tilkomnum árum eru tíðarskeið, ið eru so mettað við innihaldið, at alt tykist vera í lagi, hóast tað ikki er fullkomið. At vera felags um løtuna er evsta sæla og lívsins endamál.

Árstíðirnar koma og fara. Tilverunnar kor eru umskiftilig. Eins og árstíðin ávirkar ljósið, veðurlagið og hitan, á sama hátt er lívsins lyndi skiftandi. Eins og køvandi ælingur sæst í havsbrúnni, tá ið tað dimmir og sortnar, á sama hátt kann ógævan brádliga vitja.

Tað ræður um at varðveita javnvágina og hugsa um, hvussu vit liva lívið. Vit skulu ikki stúra og frykta tað versta. Men, tað er skilagott at varnast sporini, ið vit seta eftir okkum í lendinum.

Vit skulu als ikki dyrka okkara egna umdømið ella eftirmælið. Heldur tilvitað umhugsni, ið staðfestir, at lívið hevur tað best, um vit liva í samljóði við okkara egnu, grannalagið og umhvørvið. Onkuntíð eru okkara allar bestu avrik ikki nóg mikið, tí tilveran er størri enn menniskjan.

Í tí yvirskipaðu javnvágini liggur fatanin av tíðini. Hvussu nýta vit tíðina? Er tíðin eitt fyribrigdi, ið skal troytast til fulnar, so vit tímiliga fáa sum mest burturúr? Ella kunnu vit í samanhangandi løtum njóta bleyt virðir og heysta andaligan ágóða sum frukt av miðvísum arbeiði.

Tíðin er Guðs gáva, hon er ikki eitt krav. Á sama hátt er heilsan og lívið ein gáva, ið ein dag verður handað aftur til gevaran. Hesin førningurin ella henda fatanin elur eina heita og fjálga kenslu av tryggleika. Tíðin og lívið eru Guðs gáva í tilveru og degi, ja enntá áðrenn og eftir tað jarðiska lívið.

Danski gudfrøðingurin, Søren Kirkegaard (1813-1855), sigur, at vit liva frameftir og kenna ikki lívið, fyrrenn við lívslok. Hyggja vit aftureftir, síggja vit lívið í søguligum ljósi. Eyðvitað er tað rætt, men valla er tað allur sannleikin.

Hin føroyska kvinnan úti á bygd hevði hollan lívsvísdóm. Í torførum avgerðum metti hon tað skilagott, at vit góvu okkum stundir, hugsaðu ár fram í tíðina og spurdu: “Hvat vildi eg ynskt sum átti ára gomul, at eg hevði havt gjørt í hesi somu støðuni, tá ið eg hyggi aftur í tíðina?”

Hevði ongantíð áður hoyrt so skilagóð orð um júst hetta evnið. Ei heldur lisið um eitt so nýtiligt amboð í støðuni, tá ið vit leggja ráð og skulu taka týðandi avgerðir. At hyggja ár fram í tíðina og síðan aftur til dagin í dag. At gagnnýta hugans virki frameftir og síðan venda aftur til gerandisdagin fyri at leggja haldgott grundstøði undir eina krevjandi avgerð í nútíðini.

Tað var norski gudfrøðingurin Per Arni Dahl, ið nú er biskupur í Tunsbjerg biskupsdømi, sum minti meg á ta føroysku kvinnuna.

Í eini andakt sigur hann søguna um yvirlæknan, ið var avhildin av starvsfeløgum og sjúklingum.

Yvirlæknin arbeiddi at kalla alla tíðina, dag sum nátt.

Arbeiðið og karrieran stóðu nummar eitt á breddanum. Alt annað kom í aðru røð: hjúnafelagin, børnini, vinir og kenningar. Lívið var at arbeiða, og arbeiðið var lívið.

Brádliga ein dagin á sjúkrahúsinum kennir yvirlæknin seg illa. Tað vísti seg at vera ein blóðtøppur.

Yvirlæknin, ið var í bestu árum, varð nú sjúklingur á sínum egna sjúkrahúsi. Tað krevjandi arbeiðið hevði spakuliga tikið hann burtur úr allari sosialari samveru. Nú lá hann í eini sjúkrasong á sínum egna arbeiðsplássi.

Yvirlæknin hevði stundir at rannsaka seg sjálvan. Hann ynskti so inniliga at konan kom at vitja, men tað dró út við vitjanini. Hann ynskti, at børnini komu inn á gólvið, men tíðin at bíða eftir teimum varð bæði long og drúgv.

Læknin kom til ta niðurstøðu, at hansara avvarðandi einki høvdu at skunda sær eftir. Fyri nógvum árum síðan hevði konan mist mannin, ið var giftur við arbeiðinum. Fyri nógvum árum síðan høvdu børnini mist tað dagliga samskifti við pápan. Hví skuldu tey skunda sær at vitja ein, sum tey satt at siga høvdu mist?

Ja, tey høvdu enntá syrgt hansara fráveru í langa tíð! 1)

Skilagott at hugsa um lívið, áðrenn hóttaføllini koma sníkjandi. At liva tilvitað við ábyrgd í arbeiði og frítíð.

At vera hjástaddur í tí heimliga. At vera nakað fyri síni egnu og savna orku til onnur.

Eisini eftir blóðtøppin munar ein nýggj byrjan væl! Amen.

Orðið: “Sonur mín, lat tey ei víkja frá eygum tínum, varðveit tú vísdóm og umhugsan, tá munnu tey verða sál tíni lív og prýði fyri háls tín.” (Orðtøk Sálomons 3,21-22).

Jógvan Fríðriksson, biskupur

Heimild: 1) Per Arne Dahl, “Livet vil os noe”, bls. 63-66.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo