40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Løgtingið fer á fundinum, sum byrjar klokkan 10 í dag, millum annað at viðgera tvey uppskot hjá Magnus Rasmussen, landsstýrismanni, sum bæði snúgva seg um náttúruvernd og -friðing.

Eisini koma tey uppskot til viðgerar sum snúgva seg um barsilsskipanina. Annað, sum Bjørt Samuelsen eigur, snýr seg um at víðka skipanina við fleksfarloyvi yvir tvey ár, rætt í sambandi við præmatur- ella deyðfødd børn, rætt undir arbeiðs- ella lestrarørindum v.m. Hitt, sum Framsókn eigur, snýr seg um at javna hámarksupphæddina.

Eisini eru fleiri uppskot til samtyktar á skránni. Eitt nú um filmsvinnu og um at leggja grundleggjandi avgerðina um loftrúmsradara fyri Løgtingið til avgerðar.

Skráin sæst her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo