Ein rættur vinnuligur íbirtari hevur einki trygdarnet undir sær
- Henry Kravis

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Andaktir

Eri staddur í Reykjavík saman við einum kirkjuligum ferðalagi. Ein altjóða ráðstevna varpar ljós á náttúruna, veðurlagsbroytingar og ábyrgdina av skapanarverkinum.

Í 2007 kom umsitingin av fólkakirkjuni á føroyskar hendur. Leiðslan setti sær tað mál, at kirkjuliga tilvitanin og ábyrgdin av skapanarverkinum skuldi mennast.

Tað gongur við smáum fetum rætta vegin. Nakrir sóknarprestar hava tikið grønu hugsanina til sín, so fyrsti sunnudagur í september nemur evnið: Endurskapan og skapanarverkið – fødd at liva við ábyrgd.

Kirkjuráðini eru tilvitað um avbjóðingarnar av veðurlagsbroytingunum. Bygningarnir – kirkjur og prestagarðar – verða umvældir og dagførdir. Hugsað verður um bjálving og varandi orku.

Sum ein liður í ætlanini at gera kirkjuna burðardygga eru vit á ráðstevnuni Artic Circle í Reykjavík. Tað ræður um at fylgja við. Tað ræður um at gagnnýta vitanina, so kirkjan kann tala við myndugleika inn í samtíðina.

At tann grøna hugsanin kemur inn um kirkjugátt er ikki eitt nýtt fyribrigdi. Vit síggja ábendingar um hetta í Bíbliuni og kirkjusøguni. Eisini á heimligum leiðum kemur hetta til sjóndar í sálmum, prædikum og lívsmynstri føroyinga t.d. til báts og bjargar.

Í Fyrstu Mósebók talar Guð um skapan og ábyrgd. Menniskjum verður litið í hendi at umsita skapanarverkið.

Vit eru forvaltara, ið skulu røkja skapanarverkið skynsamt.

Samstundis verður ásannað, at syndafallið gjørdi álvarsligan skaða á hesum øki. Tess vegna má hugurin kveikjast, so eygað av nýggjum kann síggja tign og dýrd Guðs.

Í gudfrøði verður talað um eina endurskapan. Sipað verður til verk Jesu Krists, at vit í dópinum og trúnni verða kallað at liva eitt nýtt lív við ábyrgd. Tíðin eftir tríeindardag hóskar væl til grønar sunnudagar.

Til dømis um várið, tá ið summarið er í hondum. Tað spírar í bøi og haga. Lombini renna kapp teig av teigi, og pisur úr koppi kaga. Ella vit hava serligar gudstænastur á heysti, har tøkkin fyri grøðina á landi og fongin úr sjónum fær innivist.

Í kirkjuárinum hava vit liturgiskar litir, og hvør litur heldur sína prædiku. Liturin hevur eitt myndevni og varpar ljós á støðuna.

Tríeindardag er liturin í kirkjunum hvítur. Tann hvíti liturin umboðar halgan og reinleika. Prædikuteksturin er dóps- og missiónsboðini.

Í dópinum verða vit halgað og reinsað. Sum endurfødd og reinsað eiga vit at verða upplærd og fáa at vita, hvat tað er at liva sum kristin. Vit mega leggja størri dent á fylgjurnar av trúnni, taka ábyrgd og bera trúarinnar frukt.

Sunnudagarnar eftir tríeindardag er tann liturgiski liturin grønur. Myndin er talandi. Liturin sigur frá, at tann í dópinum reinsaða greinin fær náðir at vaksa, trívast og loksins bera búna frukt.

Vit hava medábyrgd av jørðini. Vit mega geva eftirkomarum okkara møguleikan til eitt lív á eini reinari jørð, ið sampakkar við eitt reint hav í eini kveikjandi sólskipan.

Kristna kirkjan eigur at føra menniskju og alt skapanarverkið til Jesus, aftur til Guðs endurnýggjan. Kirkjan skal verða ein andans kraft í samfelagnum, sum byggir upp og lívgar.

Vit mega hava dirvi at tosa inn í samtíðina við andans kraft. Vit mega ikki goyma tað andaliga burtur, tí tað er júst í anda Guðs at tann berandi kraftin er at finna.

Vit kunnu koma til Jesus við øllum avbjóðingum og tí ábyrgd, at vit eru forvaltara av handaverki Guðs.

Okkara ábyrgd er at geva komandi ættarliðunum eitt burðardygt og liviligt lívsgrundarlag.  

Hjá føroyingum er sjógvurin grundarlagið undir tilveruni. Vit mega standa á varðhaldi og stríðast fyri, at havið framhaldandi er reint og lívfrøðiliga burðardygt.

Vit mega ikki pína jørðina og útvinna ráevnini úr jørðini uttan fyrilit. Vit mega hugsa um tað fjøltáttaða lívið í náttúruni. Tíðin er farin frá tí siðvenju, at havið er ein lætt atkomuligur køstur. Fylgjurnar eru kendar og ræðandi.

Vit mega taka ábyrgd av jørðini, havinum og luftini, so umhvørvið er reint og kann verða karmur um lívið og lívsgrundarlagið hjá óføddum ættum. Vit mega steðga óskynsamari atferð, ið hóttir lívið og avmarkar umstøður lívsins. Vit mega ikki dálka havið, eitra luftina við útláti ella útnytta jørðina uttan fyrilit.

Vit eiga sum kristin at vera hvør øðrum eitt tekin um Guðs góðsku og skapan. Á henda hátt dýrdargera vit Guðs navn, hann, ið skapaði himmal og jørð.

Vit kunnu verða kveikt av Guðs Heilaga Anda í Jesu navni, so vit í náttúruni síggja fingramerki Guðs.

Komandi ættarliðum til frægdar og gleði. Amen.

Orðið: “Líti eg at tínum himni, fingraverki tínum, mána og stjørnum, sum tú hevur fest – hvat er tá maður, at tú minnist á hann, ... Tú ... hevur sett hann at ráða yvir handaverki tínum og alt undir føtur hans lagt, seyð og oksar, alt tilsaman, markarinnar villdjór tillíka, himmalsins fuglar og havsins fiskar, alt, ið á sævargøtum ferðast. Harri, vár drottin, hvør vegligt er navn títt um allan heimin!” (Sálmur 8,4-10).

Jógvan Fríðriksson, biskupur

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo