40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Í dag fara serliga tvey mál at mynda tingfundin.

Annað er tvey uppskot hjá landsstýrið um náttúruvernd. Endamálið er at leggja nýtt støði undir røkt av margfeldinum í føroysku náttúruni í samsvari við sáttmálan um lívmargfeldi. Eisini skal lógarverkið verja landslags- og jarðfrøðimargfeldi.

Hitt er eitt uppskot til samtyktar frá andstøðutingmonnunum Jørgen Niclassen og Helga Abrahamsen. Tað snýr seg um at loyva kommunum at seta upp vakmyndatól á serliga ábærum støðum í býarlívinum, sum sagt verður. Hesa heimildina hava kommunurnar ikki í dag, undanfarna samgonga arbeiddi við at fáa lógarverkið uppá pláss, men náddi tað ikki, áðrenn valið varð útskrivað.

Tingfundurin byrjar klokkan 10.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo