Tað ger onki, um hjúnarbandið er av seglgarni - bert seglgarnið er passaliga langt
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tað er ein løgin verð. Men aftur í morgin fáa brúkararnir í vissum pørtum av Danmark gjald hvørja ferð teir brúka streym. Og tað er eisini methøgt, heilar 3,3 kr fyri kilowatttíman, enntá eftir ymisk avgjøld, skrivar ritzau.

Orsøkin er, at Danmark er knýtt í eitt størri elnet í Europa, og júst nú er nógvur vindur í Týsklandi og nógv sól í Niðurlondum, og tað ger, at tað er trupult at sleppa av við allan streymin. Hartil kemur so eisini, at nógv eru farin at framleiða egnan streym við sólpanelum á tekjunum, og tað ger, at nøgdirnar eru størri enn forbrúkið. Heitt hevur verið á fólk sum gera tað um at sløkkja fyri elskipanini.

Eisini í øðrum pørtum av Danmark er streymurin bíligur í morgin, um enn hann ikki hevur beinleiðis negativan prís. Sumstaðni er bara ókeypis at brúka streym.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo