Tí tørvar ikki at leita eftir orðum, sum altíð sigur satt
- danskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Svar uppá skrivligan fyrispurning nr. 117/2022 eftir tingskipanini § 52a til Aksel V. Johannesen, løgmann, frá Johan Dahl, løgtingsmanni, um virksemið í Føroyum hjá russiskum skipum

Spurningar:
1. Hvaðani stava hagtølini, ella hvør hevur latið tey til løgmann, um nøgdir av fiski, sum eru um- og uppskipaðar í Føroyum av russiskum fiskiskipum, soleiðis sum løgmaður alment hevur lagt tey fram, t.e. 400 tús. tons árliga og at talið er vaksandi, og hví henda frágreiðing og tølini ikki eftirkannað?

2. Hvaðani stava hagtøl og upplýsingar til løgmann, um vaksandi nøgdir av kongafiski, sum væntandi verða um- og uppskipaðar í Føroyum í komandi tíðum, og hví henda frágreiðing og tølini ikki eftirkannað?

3. Var tað tilætlað at leggja fram skeiv hagtøl á tíðindafundinum og í Løgtinginum við tí endamáli lættari at fáa undirtøku fyri møguligum avmarkingum?

4. Standa tey røttu hagtølini um nøgdir av um- og uppskipaðum fiski í frágreiðingini um uttanríkispolitikk, sum er latin Uttanlandsnevndini?

- Um ja: hví eru hesi hagtølini ikki løgd fram alment sum tað einasta rætta, og hvør hevur latið tølini til frágreiðingina?

- Um nei: hví standa hagtølini ikki í frágreiðingini?

5. Ætlar løgmaður at leggja fram alment røttu hagtølini um virksemið í Føroyum hjá russiskum fiskiskipum?

Svar til spurning 1
Eg havi í tíðindaskrivi tann 4.juni 2023 gjørt greitt, at eg var ikki nóg neyvur undir tíðindafundinum á Viðareiði. Tað er mín ábyrgd. Eg havi eisini biðið um umbering fyri mistakið. Eg førdi á tíðindafundinum fram, at samlaðu nøgdirnar í sambandi við russiskar um- og uppskipingar í Føroyum eru vaksandi.

Samlaðu tonsatølini fyri í fjør vísa, at hetta var ikki rætt, so eg skuldi sjálvandi verið neyvari.

Tað er rætt, at samlaða tonsatalið fyri um- og uppskipingar minkaði í 2022 sammett við 2021. Hetta komst fyrst og fremst av, at bæði kvoturnar og gagnnýtslan í 2022 vóru lægri enn í 2021.

Eg haldi tí, at tað er týdningarmikið – fyri at fáa eina fullfíggjaða mynd – at leggja afturat, at føroysku havnirnar høvdu eins stóran týdning fyri Russland í 2022 sum í 2021.

Hyggja vit nærri at lutfallinum millum, hvat russar fiskaðu samanlagt í Norðuratlantshavi í 2021 og 2022 og hvat teir um- og uppskipaðu í Føroyum sama tíðarskeið, so var lutfallið tað sama, sløk 84 prosent.

Landsstýrið er av teirri greiðu fatan, at Føroyar eru ein miðdepil fyri russiska fiskiskapin í Norðuratlantshavi, tí bróðurparturin av allari uppsjóvarveiðuni hjá russiskum skipum í Norðuratlantshavi verður umskipaður í føroyskum havnum.

Nú øll lond í Evropa í stóran mun hava stongt sínar havnir, ella avmarkað atgongdina hjá russiskum fiskiskipum í havnirnar, er vandi fyri, at føroysku havnirnar kunnu gerast enn meira umráðandi fyri Russland.

Ein orsøk til, at eg alment havi nevnt, at tølini vaksa, er, at samlaðu kvoturnar hjá Russlandi í Norðuratlantshavi fyri 2023 eru hægri enn í 2022.

Samstundis vísa tøl frá VØRN og Fiskimálaráðnum, at í 2022 var økt virksemi í mun til um- og uppskipingar av kongafiski úr Irmingerhavinum í føroyskum havnum.

Hetta komst av, at tað síðani mars 2022 ikki hevur verið loyvt russiskum skipum at landa og umskipa kongafisk í íslendskum havnum, sum annars hevur verið vanligt. Eg kann leggja afturat, at tað hevur vakt ans uttanlands, at russisku skipini hava møguleika at landa í Føroyum, tá ið tey ikki sleppa til Íslands.

Í orðaskiftinum um, hvørt talan er um ein vøkstur ella ikki, so vil eg gera vart við, at burtursæð frá Noregi, so hava okkara grannalond stongt havnirnar fyri øllum russiskum skipum omanfyri eina ávísa stødd.

Bæði Noreg og Føroyar hava undantak fyri fiskiskip, vísandi til fiskiveiðusamstarvið. Norska stjórnin sendi herfyri eina áminning út um, at tað sambært galdandi tiltøkum er avmarkað, hvørjar tænastur russisk fiskiskip hava atgongd til, hóast tey sleppa í havn.

Landsstýrið heldur at tað er umráðandi, at Føroyar ikki hava lagaligari avmarkingar enn Noreg og at tað ikki verður vøkstur í talinum á russiskum fiskiskipum, ið koma til Føroya at fáa tænastur, sum tey ikki kunnu fáa aðrastaðni í Norðuratlantshavið.

Svar til spurning 2
Sum eg nevndi í spurningi 1, vísa tøl frá VØRN og Fiskimálaráðnum, at í 2022 vaks virksemið í mun til um- og uppskipingar av kongafiski úr Irmingerhavinum í føroyskum havnum. Frá 2021 til 2022 meira enn trífaldaðist nøgdirnar av kongafiski í føroyskum havnum.

Um eingin stig høvdu verið tikin, er tað ikki nøkur orsøk til at halda, at russisku um- og uppskipingarnar av kongafiski úr Irmingerhavinum í føroyskum havnum høvdu minkað ár sammett við í fjør. Til dømis hava verið nakrir fyrispurningar frá russum um, hvørjar reglur eru galdandi.

Hvussu tað verður í 2023 vil altíð vera ein meting. Um orðaskiftið herheima um at stongja havnirnar fær russisk skip at aftra seg at koma til Føroya, eru møguligar ábendingar um.

Eg kann leggja afturat, at fiskiskapurin eftir kongafiski er sera umstríddur. NEAFC hevur bæði samtykt landingarbann og veiðubann, tí stovnurin er so illa fyri. Russland hevur sett seg ímóti veiðibanninum, og hevur ásett sær eina kvotu á 24.900 tons í 2023.

Tølini í frágreiðingini byggja á tøl frá VØRN. Hesi tøl eru síðani viðgjørd og greinað. Millum annað eru gjørdar smávegis umrokningar í sambandi við kongafiskin fyri at tølini eru neyvari uppgjørd sum rund vekt og ikki sum produkt. Av somu orsøk eru nøkur smærri frávik í tølunum í greiningararbeiðinum og teimum hjá VØRN.

Svar til spurning 3:
Nei, tað var tað sjálvsagt ikki tilætlað, at eg brúkti óneyv tøl á Viðareiði.

Eg havi í spurningi eitt víst á, at eg var óneyvur á tíðindafundinum á Viðareiði. Tað er mín sannføring, at eg ikki havi verið óneyvur í Løgtinginum.

Eg harmist um, at óneyv tøl hava flutt fokus frá tí, sum málið í veruleikanum snýr seg um. Kjarnin í hesum málinum er stóra russiska virksemið í Føroyum. Føroyskar havnir eru miðdepil fyri russiskum fiskiskapi í Norðuratlantshavi, og tann grundleggjandi spurningurin, vit eiga at seta okkum, er, vilja vit framhaldandi vera tað ella ikki?

Greiða svarið hjá landsstýrinum er, at tað vilja vit ikki. Tí taka vit stig til at avmarka virksemið munandi við bara at lata russisk fiskiskip um- og uppskipa veiðu, sum er beinleiðis knýtt at okkara fiskiveiðuavtalu við Russland fyri 2023.

Svar til spurning 4 og 5:
VØRN hevur almennu hagtølini fyri virksemið hjá russiskum skipum í Føroyum.

Í frágreiðingini, sum er latin uttanlandsnevndini, verða samlaðu kvotunøgdirnar hjá Russlandi samanbornar við, hvussu nógv er um- og uppskipað av ávísu fiskasløgunum í føroyskum havnum.

Frágreiðingin staðfestir, at bróðurparturin av tí, sum russisk skip samanlagt fiska í Norðuratlantshavi av makreli, svartkjafti og norðhavssild, fer um ein føroyskan bryggjukant.

Í frágreiðingini verður hetta lýst við støðið í árinum 2021 sum dømi.

Sum eg nevndi í spurningi tvey, eru tølini í frágreiðingini frá VØRN.

Fyrisitingin viðger í løtuni spurningin um innlit skal latast í frágreiðingina, sum landsstýrið hevur gjørt.

Ein niðurstøða verður væntandi gjørd fyrsta dagin.

Í Tinganesi, 15. juni 2023
Aksel V. Johannesen
løgmaður

Løgmaður hevur eisini svarað skrivligum fyrispurningi frá formanninum í Fólkaflokkinum, Beinir Johannesen, og sæst svarið her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo