Tað ger onki, um hjúnarbandið er av seglgarni - bert seglgarnið er passaliga langt
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Ímeðan blóðugir bardagar framvegis hava verið í alla nátt, gjørdi ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu, greitt, at Gaza ongantíð verður tað sama, eftir at Ísrael er liðugt við síni aftursvar uppá álopini sum byrjaðu tíðliga gjáramorgunin.

Í eini røðu til fólkið segði hann, at hann væntar stríðið fer at standa við í langa tíð.

- Vit eru á veg inn í eitt langt og trupult kríggj, segði hann millum annað, og bað eisini heimin fyrireika seg uppá nógv, nýggj flóttarfólk, tí Ísrael fer at javna Gaza við jørðina, og hevur heitt á tær tvær milliónirnar sum búgva har um at rýma.

Ísrael hevur innkallað øll síni herfólk, og mannfallið er stórt á báðum síðum. Talan er um nógv 100 um ikki 1.000 fólk, bæði hermenn og vanlig fólk. Ísraelsku álopini á mál í Gaza koma bæði úr luftini, av sjónum og á landi.

Elveitingin til Gaza, sum kemur úr Ísrael, er kvett og nógvir bygningar eru lagdir í oyði eftir luftálop.

USA hevur lovað at hjálpa Ísrael við øllum tí sum landið hevur brúk fyri.

- Ísrael hevur rætt at verja sínar íbúgvar. Punktum. segði Joe Biden, forseti millum annað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo