40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Heilsurøktarafelagið: Nýggja nevndin í Heilsurøktarafelagnum hevur havt sín fyrsta og skipandi nevndarfund eftir aðalfundin, sum var síðst í apríl mánaða.

Í nevndini í Heilsurøktarafelagnum eru nú Bingerð H. Fosságil, forkvinna, Linda Arnfríðardóttir, næstforkvinna og skrivari, Annika E. Breiðaskarð, Elisabeth Eið Eliasen og Elsebeth Samuelsen, nevndarlimir, og Ella Norðberg Heinesen og Lovisa við Kykslið, tiltakslimir.

Til aðalfundin varð Annika E. Breiðaskarð nývald í nevndina og Linda Arnfríðardóttir varð afturvald.   

Norðurlendsk psykiatriráðstevna fyri heilsurøktarar
Beinanvegin vikuskiftið eftir aðalfundin var Heilsurøktarafelagið vertur fyri ráðstevnuni Nordisk Psykiatrikonference, sum var hildin á Hotel Hafnia í Havn. Ráðstevnan var fyri limir felagsins, sum arbeiða í psykiatriska økinum. Heilsurøktarafelagið er umboðandi limir felagsins, sum starvast í psykiatriini partur av samstarvi við heilsurøktarar í sama starvsøki í Danmark og Norra.  Limalondini í hesum samstarvinum eru saman á fundi annað hvørt ár, og triðja hvørt ár verður skipað fyri ráðstevnu.

Endamálið við  samstarvinum er at varpa ljós á og menna viðkomandi viðurskifti sum til dømis útbúgvingar, menning, arbeiðsviðurskifti og annað, ið er er viðkomandi fyri psykiatriska fakið og økið.

Sáttmálasamráðingarnar  uppafturtiknar
Eftir ein drúgvan steðg í lønar- og sáttmálasamráðingunum, sum byrjaðu í fjør heyst, men vórðu seinkaðar orsakað av løgtingsvalinum, var endiliga klárt at taka samráðingarnar upp aftur í gjár.

Tað er við góðum treysti, at nevndin í Heilsurøktarafelagnum arbeiðir fyri at tryggja limum sínum livilig kor á arbeiðsmarknaðinum og virðiligar lønar- og eftirlønaravtalur, ið samsvara útbúgvingarlongd, fakligari ábyrgd og røktarfakliga eftirspurninginum í okkara vælferðarsamfelag.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo