Hin hættisligasti sjónleikurin er tann, ein leikar fyri sær sjálvum
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Ein arbeiðsbólkur hevur í dag handað Bjørt Samuelsen, løgtingsforkvinnu eitt tilmæli um, hvussu tey halda, at lønar- og eftirlønarskipanin hjá tingfólkum eigur at síggja út í framtíðini.

Hetta sigur arbeiðsbólkurin um Pensjónsviðurskifti:

Eftir galdandi reglum hava løgtingsfólk rætt til eginpensjón, tá ið viðkomandi hevur havt sæti á løgtingi í minsta lagi í 1 ár tilsamans.

Pensjónin verður útgoldin, tá ið tingfólk fyllir 67 ár, um viðkomandi ikki framvegis hevur sæti á løgtingi. Í serligum føri kunnu løgtingsfólk fáa pensjón frá 60 ára aldri. Sbrt. §4, stk. 2 í løgtingslóg nr. 12 frá 18. februar 1999 um samsýning og eftirløn løgtingsmanna.

Hægsta eginpensjónin er 60% av pensjónsgevandi lønini í 34. lønarflokki, og verður henda veitt, tá ið løgtingsfólk hava havt sæti á tingi í 16 ár ella meira.

Varafólk fyri løgtingsfólk forvinnur sær í verandi skipan eftirlønaraldur frá tí degi, viðkomandi hevur fingið tingsins góðkenning, ella um viðkomandi tekur við seinni, so frá hesum degi, til viðkomandi fer frá.

Varafólk, sum tekur sæti á tingi fyri løgtingsfólk, sum er vorðið landsstýrisfólk, forvinnur sær rætt til eftirlønaraldur, eisini um viðkomandi fer í farloyvi.

Tá varafólk, sum hevur tikið sæti á tingi av aðrari orsøk enn fyri løgtingsfólk, sum er vorðin landsstýrisfólk, fær farloyvi úr tinginum, forvinnur varafólkið sær ikki eftirlønaraldur í farloyvistíðarskeiðnum.

Nevndin metir, at fyritreytirnar og grundgevingarnar, ið verandi skipan er bygd á, eru broyttar munandi. Somuleiðis metir nevndin ikki, at tað er skynsamt, at tað almenna við verandi skipan átekur sær kostnaðarmiklar framtíðarskyldur mótvegis borgarum, hvørs virði ikki er gjøgnumskygt og kent, og har virðið ikki samsvarar við pensjónsskipanir og pensjónsstøðið í samfelagnum annars.

Samfelagsliga er nógv broytt síðani pensjónsviðurskiftini hjá løgtingsfólkum á fyrsta sinni vórðu ásett við lóg. Tá var ikki so vanligt, at løgtingsfólk komu úr størvum við skipaðum pensjónsviðurskiftum og høvdu møguleika at fara aftur í hesi aftaná lokið skeið. Ein av grundgevingunum fyri at gera núgaldandi pensjónsskipanina hjá løgtingsfólkum var júst, at løgtingsarbeiðið tá varð mett sum eitt slag av lívsstarvi.

Um hugt verður at samansetingini av teimum løgtingsfólkum, sum í dag manna løgtingið, sæst, at fleiri koma úr størvum, sum tey kunnu taka við aftur aftaná lokna setu. Harnæst er ofta talan um størv, sum hava skipað pensjónsviðurskifti, antin sum tænastufólk, sambært sáttmála á almenna arbeiðsmarknaðinum ella sambært serstøkum (individuellum) sáttmálum. Í tráð við at fólk eru vorðin meira tilvitað um pensjónsviðurskifti, er tað alt meira vanligt, at pensjónsgjald er ein partur av lønarsamsýningini á arbeiðsmarknaðinum, og frá 1. januar 2014 skulu øll gjalda til egna pensjón sambært Løgtingslóg nr. 49 um eftirløn.

Nevndin metir tí, at tær fyritreytir og tær grundgevingar, ið verandi pensjónsskipan er grundað á, serliga rætturin at vinna fulla pensjón eftir 16 árum, ikki longur eru haldgóðar sum grundarlag fyri at halda fast við verandi skipan.

Um hugt verður eftir pensjónsskipanum hjá tingfólkum í londum, ið vit hava samanborið við, eru mestsum øll hini londini farin yvir til skipanir, har pensjónin á ein ella annan hátt verður goldin sum partur av samsýningini í pensjónsskipanum antin almennar ella privatar. Danmark er einasta land, sum framvegis hevur á leið somu pensjónsskipan til sínar tinglimir sum í Føroyum, men eisini í Danmark eru røddir frammi um at broyta hesa skipan, so hon líkist tí skipan, sum er alment galdandi har.

Nevndin, sum lat úr hondum álit til løgmann um samsýning og eftirløn v.m. til landsstýrisfólk í 2013, spurdi seg fyri hjá Gjaldstovuni, sum hevur um hendi tænastumannaeftirlønir, um til bar at siga nakað um virðið av verandi eftirlønarskipan hjá landsstýris- og løgtingsfólkum, men ongin almenn útrokning var tá gjørd hesum viðvíkjandi.

Í tíðindasending tann 17. apríl 2018 í Kringvarpi Føroya kom tó fram, at mett verður, at landskassin hevur eina skyldu áljóðandi 5 mia.kr. í eftirlønum til teirra, sum hava verið tænastufólk, løgmenn, landsstýrisfólk og løgtingsfólk.

Síðani tá hevur Føroya Gjaldstova, í samstarvi við aktuar, roknað samlaðu eftirlønirnar hjá landskassanum til øll, ið fáa tænastumannaeftirløn. Í landsroknskapinum fyri 2022 er tænastumannaeftirlønarskyldan hjá landskassanum roknað til mió.kr. 4.163. Av hesum eru mió.kr. 292 til verandi og fyrrverandi løgtingsfólk.

Nevndin metir, at tað hevur stóran týdning, at pensjónsskipanin hjá løgtingsfólkum í framtíðini verður soleiðis, at tað ikki skal verða trupult at rokna út, hvussu stórar útreiðslur landið hevur til fyrrverandi løgtingsfólk, og at ikki fleiri útreiðslur leggjast aftrat.

Nevndin metir harumframt, at tað hevur við sær størri gjøgnumskygni og er í betri samsvari við restina av arbeiðsmarknaðinum, at løgtingsfólk vinna sær meira í samsýning, meðan tey eru virkin, í staðin fyri at fáa stóran part av samsýningini sum pensjón, tá tey eru farin frá.

Nevndin mælir tí til, at pensjónsskipanin verður broytt, soleiðis at farið verður frá verandi skipan við tænastufólkapensjón til eina skipan, har Løgtingið rindar 15% av lønarsamsýningini afturat í pensjónsgjaldi í eina góðkenda pensjónsskipan. Hetta skal vera galdandi bæði fyri løgtingsfólk og varafólk. Pensjónsaldurin skal vera tann sami, sum er galdandi sambært lóg um almannapensjónir o.a. Hetta er sama skipan, sum er galdandi fyri landsstýrisfólk, og mælt verður til, at skipanirnar hjá hesum báðum bólkunum í framtíðini í mest møguligan mun vera tær somu.

Tilmælið er grundað á eina samlaða meting av:
- At starvið sum løgtingsfolk (eftir 16 árum) ikki longur kann metast sum eitt lívsstarv

- At tað almenna við verandi pensjónsskipan átekur sær eina skyldu, sum ikki samsvarar við støðið á pensjónum á arbeiðsmarknaðinum annars

- At pensjón vanliga í dag verður ásett sum partur av og við støði í útgoldnu lønini

- At tað er umráðandi, at tað er gjøgnumskygni í útreiðslum landsins

Ein tílík pensjónsskipan fer eisini at flyta pensjónsskipanina fyri løgtingsfólk í Føroyum móti teimum skipanum, sum flestu londini, ið vit hava samanborið við, eru farin yvir til.

Nevndin mælir til, at nýggja pensjónsskipanin verður sett í gildi fyri øll tey, ið verða vald á løgting á næsta løgtingsvali. Ein skiftisskipan eigur at taka hædd fyri rættindum, sum fyrrverandi og núverandi løgtingsfólk og landsstýrisfólk, teirra hjúnafelagar og børn, sum landið hevur pensjónsskyldu yvirfyri, hava. Sí í hesum sambandi fylgiskjal 2, sum vísir skiftisskipan, sum er Álit við tilmæli um samsýning og eftirløn til løgtingsfólk februar 2024 galdandi fyri landsstýrisfólkini sambært løgtingslóg um samsýning og eftirløn landsstýrismanna v.m., sum seinast broytt við kunngerð nr. 108 frá 15. september 201526.

Nevndin mælir til, at sama skiftisskipan, sum verður nýtt til landsstýrisfólk, verður nýtt til løgtingsfólk.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo