

New York við at drukna í migrantum.
Umleið 150.000 eru komin til hetta seinasta árið, og myndugleikarnir eru um at hokna undir stóra trýstinum.
- Vit royna sum frægast, men stóru útreiðslurnar sum standast av migrantunum gera nú, at vit mugu skerja tænasturnar til okkara egnu íbúgvar, sigur talskvinnan hjá borgarstjóranum, Kayla Mamelak til norska miðilin VG.
Tað ger, at tað er farið at prutla undir lokinum, tí ikki øll eru líka fegin um innrásina av migrantum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo