Vitan uttan vísdóm er sum vatn í sandinum
- Afrikanskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Herálvur Jacobsen í Skúlablaðnum: Beint upp undir jól sendi Mentamálaráðið uppskot til broytingar í fólkaskúlalógini til hoyringar.

Hetta kom ikki óvart á, tí um hálvan november legði Rigmor Dam, landstýriskvinna í mentamálum, fram frágreiðing um fólkaskúlan, og 26. november var aðalorðaskifti um fólkaskúlan í løgtinginum.

Broytingaruppskotið snýr seg í stuttum um ásetingar um 10. flokk, samfelagsfrøði, kravda tímatalið í 1. – 9. flokki, skúlasamstarv millum kommunur, skúlasamalegging og at víðka ásetingarnar um royndar- og granskingarverkætlanir.

Meðan orðingarnar um 10. flokk, skúlasamstarv, skúlasamanlegging og royndar- og granskingarverkætlanir eru eitt sindur torførar at gjøgnumskoða, so er ásetingin um  kravda tímatalið í 1. – 9. flokki púra greið. Har stendur: “Kravda undirvísingartímatal næminganna í hvørjum flokki í 1. - 9. flokki verður frá 1. august í 2019 lækkað við tveimum tímum um vikuna.” Hetta má sigast at verða eitt rættiliga víðgongt inntriv, og slíkt inntriv rópar eftir góðum grundgevingum. Grundgevingarnar eru, at samanborið við undirvísingartímatalið í Norðurlondum, so er tímatalið hjá næmingunum í føroysku skúlaskipanini rættiliga høgt, og at tað eru fleiri skúlastjórar, sum vísa á, at hjá summum næmingum er hetta ein bági fyri hugin at læra, tí at skúladagarnir eru langir, og næmingarnir virka troyttir, serliga um tað verður ov nógv av tí sama. Hetta eru sjálvandi viðkomandi grundgevingar, men tær ov veikar til niðurstøðuna, sum er at kuta tveir tímar av øllum tímatalvum í fólkaskúlanum.

Skúlaárið 2007/08 var vikutímatalið í 1., 2. og 3. flokki hækkað munandi. Hetta tí at vit sambært Pisa-kanningini vóru eftirbátar í lesing. Seinni var vikutímatalið í alis- og evnafrøði í 7., 8. og 9. flokki hækkað við einum tíma um vikuna, m.a. tí at Pisa-kanningarnar vístu, at vit ikki rukku nøktandi úrslitum í náttúruvísindaligu lærugreinunum. Seinast er samfelagsfrøði vorðin lærugrein í 7., 8. og 9. flokki við tveimum tímum um vikuna. Vikutímatalið er høgt, men omanfyri nevndu hækkingar vóru gjørdar við meira og minni ítøkiligum grundgevingum.

Hinvegin eru grundgevingarnar fyri at lækka vikutímatalið lítið sannførandi. Men fyri at viga upp ímóti løttu grundgevingunum, so verður lovað, at tímarnir ikki verða tiknir úr fólkaskúlaskipanini, men verða nýttir til onnur undirvísingarlig endamál. Ella sum sagt verður í innganginum til frágreiðingina, sum var gjørd í sambandi við aðalorðaskiftið um fólkaskúlan, “so vit tilsamans fáa ein betri skúla fyri somu játtan”.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo