Tað, sum nógv er hatað, er ofta illa fatað
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Svar til § 52 a fyrispurning frá Eyðgunn Samuelsen, løgtingskvinnu, settur Dennis Holm, landsstýrismanni í fiskivinnu- og samferðslumálum, um Bygdaleiðir og fallandi ferðafólkatal.

Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Er nøkur menningarætlan fyri Bygdaleiðir?
2. Er nøkur ítøkilig ætlan um at skipa ferðsluna hjá leið 400 gjøgnum Eysturoyartunnilin?
3. Er ætlanin at fáa fleiri fólk at nýta Bygdaleiðir aftur, og hvat ætlar landsstýrismaðurin at gera fyri at náa hesum máli?

Svar til spurning 1
Strandferðslan hevur staðfest, at ferðafólkatalið á stórt sæð øllum Bygdaleiðum er minkað síðani 2012 og fram til 2022. Í 2020 var stór minking orsakað av koronafarsóttini. Síðani 2022 hevur tó verið ein munandi vøkstur.

Við ársbyrjan metti Strandferðslan, at tað fór at verða ein vøkstur í 2023 á umleið 10-15%. Til og við august 2023 hevur vøksturin verið 12%, og framrokningar vísa, at metta ferðafólkatalið á Bygdaleiðum fyri 2023 verður umleið 530.000-535.000, sum er hægsta ferðafólkatalið síðani 2012.

Hetta er ein lutfalsliga stór øking samanborið við grannalond sum Danmark, Noreg og Svøríki, har ið avbjóðingar framvegis eru við at fáa ferðafólkatalið aftur á sama støðið sum undan korona.

Strandferðslan er farin undir átak at fáa fleiri ferðafólk at ferðast við Bygdaleiðum og at betra tænastuna á Bygdaleiðum sum heild. Eitt aðalmál er eisini at tryggja ein skilagóðan rakstur, sum gagnar borgarum, ið ynskja at nýta felags ferðslu (kollektiva ferðslu).

Eitt nú verður marknaðarføringin styrkt munandi komandi árið. Arbeitt verður við at hækka tænastustøðið í bussunum, og at fáa avvarðandi partar at betra umstøðurnar við busssteðgistøðini kring landið.

Eisini arbeiðir Strandferðslan við at fáa samstarv í lag við kommunurnar um at samskipa koyringina á Bygdaleiðum og staðbundna busskoyring munandi betri, so at borgararnir fáa eina betri tænastu. Strandferðslan hevur sum mál at fáa ferðafólkatalið á Bygdaleiðum upp um 650.000 í 2025.

Ætlanin er eisini at skipa fyri almennari hoyring um, hvussu vit frameftir ynskja at skipa felags ferðslu í Føroyum. Tí neyðugt er við einum orðaskifti um, hvønn leiklut felags ferðsla skal hava, bæði á staðnum, í bý og á bygd og millum oyggjarnar, og hvussu tað í størri mun verður tikið atlit til veðurlagsbroytingar og umhvørvisvinarligar loysnir í komandi útbjóðing av Bygdaleiðum, sum verður í 2027.
 
Svar til spurning 2
Verandi leið 400 millum Klaksvík og Tórshavn umvegis Sundalagið er saman við leið 300, VágarTórshavn, tær søguliga mest nýttu leiðirnar. Tá ið Eysturoyartunnilin lat upp í 2020, fór verandi leið 401 at koyra millum Klaksvík og Tórshavn, umframt at leið 440 og 450 í dag eisini knýta eysturøkið og norðurøkið saman við Suðurstreymoy umvegis Eysturoyartunnilin.

Tá ið Sandoyartunnilin letur upp, er ætlanin eisini at gera hóskandi tillagingar, soleiðis at Eysturoyartunnilin í framtíðini verður gagnnýttur betri til koyringina millum Norðoyggjar, Eysturoy og Suðurstreymoy.

Tað er tó ein avbjóðing at fremja hetta í verki uttan antin at lækka túratalið á øðrum leiðum ella at økja útreiðslurnar, ið eru ásettir í sáttmálum við undirveitarar og í verandi tunnilsgjøldum at koyra gjøgnum Eysturoyartunnilin

Svar til spurning 3
Sí svar til spurning 1.

Dennis Holm
landsstýrismaður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo