Fólk, sum halda seg vita alt, eru ikki til at halda út hjá okkum, sum vita alt
- Isaac Asimov

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Politiskt tykist ikki samsvar at verða ímillum lógina og tað sum politiska ætlanin var.

Ætlanin var at lánið skuldi gjaldast aftur við bummpeningi.

At fáa at vita hvør upprunaliga ætlanin var, ber væl til.

Annfinn Kalsberg, Edmund Joensen, Alfred Olsen, Karsten Hansen, Finnbogi Arge, Klæmint Weihe, Arni Poulsen, Niels Winther fyri bert at nevna nakrar. 

So sæst beinanvegin, at útveganrkostnaðurin ikki var ætlaður at verða tað í nakrir leggja í orðið 13 ár eftir at lógin varð gjørd.

Landið hevur altíð rindað 100% fyri allar íløgur í infrakervið.

Í undirsjóvartunlinum slapp landið við at rinda 160+235 milliónir.

Um ætlanin var at víkja heilt frá siðvenju, so hevði tað sjálvandi verið nevnt positivt í lógini um fast samband, men tað er tað ikki.

So galdandi siðvenja er sjálvandi galdandi: Landið setir pening í infrakervið hjá landinum.

Vágatunnilin kostaði smb H. Old 280 milliónir tá hann var liðugur. Tvs at 120 mill vóru eftir at gjalda í láni.

Fyri at krevja hetta inn eru kravdar 310 milliónir krónur. Tað má verða nokk. Henrik elskar at nevna 25 kr.

Tað sum er so syrgiligt við hesum er, at hatta gjaldið er óneyðugt, forðandi og knallandi ósolidariskt.

Nú vit koyra eftir einum vegi er ikki neyðugt at krevja annað enn tað ið verður kravt aðrarstaðni fyri at koyra eftir einum vegi sum vit øll eiga.

Meirkostnaðurin av viðlíkahaldi av undirsjóvartunlinum, í mun til ein vanligan tunnil, svarar til tað sum 1 kilometur av landsvegi kostar í viðlíkahaldi um árið.

Fyri Føroyar er gott at undirsjóvartunlarnir eru komnir, so vit nú koyra heldur enn sigla. Politiska skipanin má fylgja við, so samfelagið fær fulla nyttu av tunlunum báðum.

Tað er júst tað ið løgtingið eisini hevur samtykt í ll 14-2002.

Tað kann ikki góðtakast, at Vágoyggin og Leirvíksfjørður verða gjørd til avgjaldsstøð.

Tí tað er órættvíst at borgarar landsins verða viðfarnir ymiskt.

Tað kann ikki verða rætt at innføra økisappartheid í Føroyum.

Marjus Dam, fyrrverandi løgtingsmaður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo