Um tú ert fátækur, men vilt verða ríkur, veldst ikki so nógv um hvat tú tjenar, sum hvussu tú hugsar
- George Gilder

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Ítróttur

Føroya Styrkisamband: Niels Áki Mørk úr nýggja styrkifelagnum Stoyt í Havn vann í gjár annað árið á rað danska meistaraheitið í olympiskari veklyfting fyri juniorar.

Umframt at vinna gull í 67 kilo vektklassanum, vann Niels Áki samlaðu kappingina fyri allar vektklassar, tá ið sonevndu sinclair-stigini verða roknaði. Vinnaralyftini vóru 89 kilo í trekk og 111 kilo í stoyt. Samanlagt 200 kilo. Sinclair-stigini vóru 274.

Við DM-junior í oktober í fjør, vóru lyftini 85/105/190 kilo. Betringin er sostatt 10 kilo. Í gjár eyðnaðust nærum 92 kilo trekk og 115 kilo stoyt. Tað fyrra lyftið bleiv tó kastað afturum, meðan tað seinna bleiv kolldømt.

Næsta kapping er FM 2022, sum verður komandi vikuskiftið. Kappingin verður kl 14 í Fimleikar-/Virknishøllini í Kommunuskúlanum í Havn. Fyrireikararnir vænta eina spennandi kapping, samstundis sum tað leggjast alsamt nýggir lyftarar til.

Nýliga eru stovnaði tvey nýggj feløg, Stoyt og Burn Athletics. Saman við landsdekkandi Styrkifelagi Føroya eru sostatt trý styrkifeløg undir Føroya Styrkisambandi.

Aðrar kappingar fyri framman eru DM í mai, Women GP Luxemburg í mai, DM-lið í juni, Føroyaleikir í juli, Int.Citade Spain í juli, NM Junior Ísland í okt/nov, NM Senior Finland í okt/nov og Felagskapping Styrki- og vektlyfing í november.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo