Tað ger onki, um hjúnarbandið er av seglgarni - bert seglgarnið er passaliga langt
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Demokratia: Nevndin í Demokratia, sum varð vald í farnu viku, hevur í dag skipað seg. Nývaldur formaður er Niels Uni Dam, meðan Rósa Gaardlykke Tyril er vald næstkvinna.

Áðrenn fundin í Almanna- og mentamálaráðnum, nýtti landsstýriskvinnan Sirið Stenberg høvið til at ynskja nýggju nevndini góðan arbeiðshug og vísti samstundis á týdningin av arbeiðssetninginum hjá Demokratia.

Nýggi formaðurin er eisini ivaleysur um týdningin av at fáa størri javnstøðu í føroyskan politikk.

- Eg haldi, at tað er so sjálvfylgiligt, at vit skulu hava javnstøðu í okkara politisku skipan. Vit eru áleið helvt um helvt menn og kvinnur í Føroyum, og tí eiga bæði kyn at vera javnt umboðað í politikki. Vit hava javnstøðu í Landsstýri og á Fólkatingi, men enn eru vit komin ov stutt á Løgtingi og í kommununum.

Verður hugt at støðuni í dag, eru bert tíggju kvinnur og 23 menn í Løgtingi – sostatt umboða kvinnur minni enn ein triðing í Løgtingi. Í kommunustýrunum er talið eitt vet frægari enn í Løgtinginum. Men hóast kvinnur har umboða 36%, er hetta als ikki nóg mikið, sigur Niels Uni Dam.

- Vit minnast øll, hvør tók um endan í Tórshavnar og Vestmanna kommunu, tá ruddast skuldi upp í 90'unum, so kvinnur bæði kunnu og duga kommunupolitikk, tí er eingin orsøk til hetta skeiva býtið, ið vit uppliva.

Samstundis siga 81% av føroyingum seg ynskja javnstøðu í kanning, sum Gallup Føroyar gjørdi fyri Demokratia í fjør. Sama tal var ónøgt við, at landsstýrið einans var umboðað av monnum í síðsta parti av seinastu løgtingssetu.

Hóast flestu okkara vilja hava størri javnstøðu í politikk, eru ábendingar um, at munur er millum høgru og vinstra, tá tað snýr seg um, hvar atkvøðurnar fara. Hetta vísir javnstøðukanning, sum varð gjørd fyri Demokratia, Javnstøðunevndina og Almanna- og mentamálaráðið í fjør. Men hugsjónarliga er ongin orsøk til hetta, metir Niels Uni Dam.

- Javnstøða snýr seg ikki um høgra ella vinstru, ella um loysing ella samband. Tí er onki í vegin fyri, at vit fáa enn størri undirtøku fyri javnstøðu, serliga tá vit hugsa um, at 81% av veljarunum í Gallupkanning í fjør, søgdu seg ynskja størri javnstøðu.

Í nevndini sita umboð úr hvørjum flokki á Løgtingi, eitt umboð fyri Kommunufelagið, eitt umboð fyri Kvinnusamskipan Føroya og eitt umboð fyri Javnstøðunevndina. Nevndin fyri Demokratia verður vald fyri valskeiðið, Løgtingið situr, og skipar seg sjálv við forkvinnu ella formanni.

Í nýggju nevndini fyri Demokratia eru hesi umboð:
Fyri Fólkaflokkin: Jóhan Eli Poulsen, Hvalba
Fyri Sambandsflokkin: Rasmus Son Mørkøre, Hoyvík
Fyri Javnaðarflokkin: Sigrið Sámalsdóttir Hentze, Sandur        
Fyri Tjóðveldi: Ásla Leila Birgirsdóttir Johansen, Miðvágur        
Fyri Framsókn: Hilbert í Grógv, Toftir   
Fyri Miðflokkin: Rósa Gaardlykke Tyril, Norðragøta         
Fyri Kvinnusamskipan Føroya: Elisa Vang, Tórshavn    
Fyri Kommunufelagið: Bjørg á Rógvi, Vestmanna
Fyri Javnstøðunevndina: Niels Uni Dam, Tórshavn

Varaumboðini eru:
Fyri Fólkaflokkin: Lillian Bjarnadóttir Poulsen, Hoyvík
Fyri Sambandsflokkin: Maud Poulsen, Vestmanna
Fyri Javnaðarflokkin: Ólavur Larsen, Fuglafjørður
Fyri Tjóðveldi: Rani Nolsøe, Klaksvík
Fyri Framsókn: Birita Arge, Hoyvík
Fyri Miðflokkin: Dánjal av Rana, Hoyvík
Fyri Kvinnusamskipan Føroya: Marna Jacobsen, Sørvágur
Fyri Kommunufelagið: Jóannes Lisberg, Famjin
Fyri Javnstøðunevndina: Mary Antonsdóttir, Hoyvík

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo