Sannur kærleiki byrjar við at taka sær av sínum næstu - heima við hús
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Føroyska liðið, ið venjarin, Pauli Poulsen sendi á vøllin frá byrjan ímóti Hollandi - Mynd: Andrass Thomsen

Føroyska liðið, ið venjarin, Pauli Poulsen sendi á vøllin frá byrjan ímóti Hollandi - Mynd: Andrass Thomsen

Føroyska liðið, ið venjarin, Pauli Poulsen sendi á vøllin frá byrjan ímóti Hollandi - Mynd: Andrass Thomsen

FSF: Eftir at hava tapt tepurt 2-1 fyri Danmark í fyrsta dystinum í NM-kappingini, sum í hesum døgum er í Ribe í vestur Jútlandi, taptu U17-genturnar greitt fríggjadagin, tá Holland, ið er við sum gestaland, var mótstøðuliðið. Úrslitið gjørdist 5-0.

Tað sá annars gott út ta fyrstu løtuna, men tá eitt stórt korter var spælt kom Holland á odda, og stutt fyri steðgin øktu tær til 2-0. Í seinna hálvleiki vóru hollendsku genturnar greitt omaná, og sigurin var fult uppiborin.

Mánadagin eru seinastu dystirnir í NM-kappingini á skránni, og tá skulu føroysku genturnar aftur møta yngra liðnum hjá Danmark.

Danir hava nevniliga tvey lið við í kappingini – einum eldri, mannað við spælarum, føddar í 2005, og einum yngru liði, ið er mannað við spælarum, føddar í 2006.

NM-kappingin í ár er skipað nakað øðrvísi enn vanligt. Finnland og Noreg hava givið avboð, meðan Danmark luttekur við tveimum liðum, og Holland er við sum gestaland.

Dystirnir, ið føroysku genturnar spæla í NM-kappingini, er góð fyrireiking til EM-undankappingina, sum verður í Slovakia frá 8. til 14. novembur. Umframt vertslandið, verður Ísrael hitt mótstøðuliðið í EM-undankappingini.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo