40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Framsýningar

Filmsfelagið: Nobelvinnarin í bókmentum í ár, 82 ára gamla Annie Ernaux, skrivaði í 2000 sjálvævisøguligu bókina L’événement, Hendingin, sum er um ólógliga fosturtøku í 1963.

Nýggi filmurin, ið Filmsfelagið vísur mikudagin, byggir á bókina. Filmurin vann høvuðsvirðislønina á stevnuni í Venezia í ár. Millum tær mongu virðislønirnar, sum filmurin hevur fingið, er eisini franska Lumières virðislønin fyri besta film.

L’événement sigur søguna um ólógliga fosturtøku og lagnurnar, ið eru knýttar at hendingini.

Høvuðspersónur í sterku søguni er unga Anne (Anamaria Vartolomei), ið er farin undir lestur, men verður uppá vegin í konservativa Fraklandi fyrra part av sekstiárunum, tá barnsburður merkir, at tú ikki kanst halda fram at lesa, og at fosturtøka er ólóglig.

At siga foreldrunum frá um hendingina, l’événement, er óhugsandi, men unga Anne hevur ongar ætlanir um at fáa barnið. Tí hon hevur alt lívið fyri sær.

Filmurin L’événement, Hendingin, vann Gyltu Leyvuna, sum er víðagitna virðislønin á heimsins elstu filmstevnu. Parasite-leikstjórin úr Suðurkorea, Bong Joon-ho, handaði libanesisk-franska leikstjóranum, Audrey Diwan, virðislønina. Í takkartaluni segði hon m.a.: “I did this movie with anger. I did it with desire, also my heart and my head. I wanted Happening to be an experience, a journey in the skin of this young woman.”

Financial Times hevur sagt um skaldsøguna hjá franska Nobelvinnaranum Annie Ernaux, at hon er ein skakandi og ikki minni viðkomandi søga, listarliga eins og menniskjansliga. - Sjálvævisøguliga skaldøgan eigur at verða obligatoriskur lesnaður, sigur ummælarin hjá altjóða avísini.

Joy Press, sum er ummælari hjá Village Voice, sigur um sjálvævisøguligu skaldsøguna, at ”Ernaux connects her experience to the wider world of class and religion and law, resulting in a startling, unusual portrait of how a vagina really lives in the world."

Filmsfelagið vísur Nobelfilmin um fosturtøku mikudagin 9. novembur kl 20:00. Sýniningin er almenn og atgongumerkjasølan er byrjað.

Filmsfelagið: 9/11 kl 20:00 Hendingin (L'événement Frakland Audrey Diwan 100 min 2022)

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo