40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Hagstovan: Koronufarstóttin ávirkar eisini, hvat vit innflyta. Nøgdin av nýtsluspritti vaks 1.400% frá mars til juni í ár í mun til sama tíðarskeið í fjør og innflutningsvirðið vaks 1.700%. Nøgdin av máling vaks 20% hetta sama tíðarskeiðið.

Fyrra hálvár vaks innflutningurin annars 6% samanborið við sama tíðarskeið í fjør. Um skip og flogfør ikki verða tald við, so er talan um vøkstur uppá 1%.

Munandi meira varð innflutt av rávøru til fiskavirking fyrra hálvár í ár í mun til í fjør - góðar 230 mió. kr. í ár móti 100 mió. kr. í fjør.

Innflutningurin av tilfari til aðra framleiðslu er eisini vaksin í ár. Vøksturin er 127 mió. kr. ella 15%.

Oljuinnflutningurin er hinvegin minkaður bæði í nøgd og virði. Nøgdin er minkað 20% og virðið er minkað góð 40%

Tað, sum verður roknað sum beinleiðis nýtsla hjá húsarhaldunum, vaks 6%. Her er meira innflutt í flestu vørubólkum, tó er innflutningurin av klædnavørum og fótbúnaði minkaður 9%. Størsti vøksturin er í innflutningi av drúgvum nýtsluvørum. Har er innflutt fyri 23% meira í ár. Tað er serliga møblar, sum vit hava keypt meiri av.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo