40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Ítróttur

Fótbóltssambandið: – Vit eru sjálvandi ikki nøgdir við úrslitini, tí vit ætlaðu okkum at vinna. Men samanumtikið eri eg væl nøgdur við avrikið hjá spælarunum, og vónandi hava teir tikið okkurt við sær í persónligu menningini.

Tað sigur Fróði Benjaminsen, ið stendur á odda fyri U17-landsliðnum við dreingjum, sum farnu dagarnar hevur tikið lut í UEFA menningarkapping í Albania.

Umframt Føroyar og Albania, vóru Moldova og Aserbadjan eisini við í kappingini, sum endaði sunnudagin.

Føroyska liðið kom annars væl frá byrjan, og eftir fyrra hálvleik í fyrsta dystinum, sum var ímóti Aserbadjan, vóru Føroyar á odda 2-0. Málskjúttar vóru Bogi á Reynatrøð og Aron Benjaminsen.

Men eftir steðgin sótu aserbadjanar á tí allar mesta, og serliga síðstu tíggju minuttirnar skrædnaði. Úrslitið gjørdist 4-2 til Aserbadjan.

les meira

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo