40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Fleiri av leiðunum hjá Oyggja- og bygdaleiðum eru avlýstar vegna veður. Eisini kann roknast við seinkingum.

Tað hevur verið nógvur vindur í nátt, ættin er í løtuni útnyrðingur og eftir forsøgnini gongur tað mesta av degnum fyrr enn hann av álvara fer at maka vindin nakað.

Sambært Landsverki er vindferðin uppímóti 40 m/s sumstaðni, og til eitt nú Gjáar og Oyndarfjarðar er ikki koyrandi. Aðrastaðni, eitt nú á Oyggjarvegnum ot til Syðradals á Streymoynni, er bert koyrandi í tí eina sporinum.

Strandferðslan hevur avlýst fleiri fráferðir í morgun, bæði við bussum og ferjum, meira sæst um tað á heimasíðuni hjá SSL.

Eisini í flogferðsluni eru avlýsingar og seinkingar. Sum er, er einasta regluliga fráferð tann hjá SAS til Keypmannahavnar kl 12.05, sambært heimasíðuni hjá Vága Floghavn.

 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo