Tí tørvar ikki at leita eftir orðum, sum altíð sigur satt
- danskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Væntandi - og vónandi - verður fult á áskoðaraplássunum til landsdystirnar móti Eysturríki og Skotlandi - Mynd: Bjarni Enghamar

FSF: A-landsliðið við monnum hevur tveir HM-undankappingardystir á skránni í hesum umfarinum. Leygardagin 9. oktober móti Eysturríki á Tórsvølli, og týsdagin 12. oktober koma skotar á vitjan.

Og tað er okkurt, ið bendir á, at tað verður fult kring vøllin til komandi dystir. Atgongumerkjasølan hevur gingið væl, og higartil eru 3.500 atgongumerki seld til landsdystin móti Eysturríki, og eini 3.700 til dystin móti Skotlandi.

Men fjeppararnir hjá gestunum verða eisini væl umboðaðir á Tórsvølli hesaferð. Úr Eysturríki frættist, at eini 300 áskoðarar koma við landsliðnum til Føroya, og úr Skotlandi eru boðini, at øll 550 atgongumerkini, ið skotar hava fingið, eru seld. Á Tórsvølli er pláss fyri beint omanfyri 5.000 áskoðarum.

Atgongumerki fáast til keyps í Nethandilinum á FSF.fo.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo