Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Ekkóvirðir (nøgd) av svartkjafti, Jákup Sverri 22/3-5/4 2023

Ekkóvirðir (nøgd) av svartkjafti, Jákup Sverri 22/3-5/4 2023

Havstovan: Ekkókanningar av svartkjafti sunnan fyri Føroyar og suður í bretskan og írskan sjógv vóru gjørdar fyri páskir. Fyribilsúrslitini vísa, at nógv er til av svartkjafti í føroyskum øki í ár, áleið sum í fjør.

Talan er serliga um 2020 árgangin, men eisini 2021 og 2019 árgangirnar. Meginparturin av fiskinum hevði gýtt. Miðallongdin var 25 cm og miðalvektin 91 g í kannaða økinum.

Kanningin er skipað sum altjóða felags kanning undir ICES, har Føroyar luttaka saman við Noregi, Írlandi, Hollandi og Spania. Endaligu úrslitini frá felags kanningunum verða tøkar, tá tølini frá øllum luttakandi skipunum verða viðgjørd seinni í apríl.

Fyribilsúrslitini frá hinum rannsóknarskipunum, sum kannaðu økini longur suðuri, vístu, at gýtandi svartkjaftur var at síggja á leiðunum norður av Porcupine bankanum og fram við írsku og skotsku hellingini.

Les alla frágreiðingina her.

Ekkóvirðir (nøgd) av svartkjafti, Jákup Sverri 22/3-5/4 2023

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo