Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Fiskamarknaður Føroya: Tvey línuskip eru nýliga byrjað túr, annað er á landgrunninum, meðan hitt er á Føroya Banka. Tað av Føroya Banka kemur at landa í vikuni, meðan tað er meira ivasamt um hitt landar í vikuni. Væntandi fer onkur línubátur út nú veðrið verður betri. Fýra frystilínuskip fiska undir Føroyum, tvey við Ísland og eitt er við Grønlandi.

Streymurin verður góður alla vikuna og veðrið verður eisini gott, so helst verður nógvur útróður. Bátarnir fáa mest av hýsu og so eitt nakað av toski. Fiskaríið er smáligt. Nakrir fara út á Føroya Banka. Har er fiskaríið gott.

Tveir djúpvatnstrolarar eru úti. Teir fiska mest av svartkalva og so eitt sindur av blálongu og kongafiski. Ein frystitrolari er eisini úti og fiskar. Hann fær mest av svartkalva.

Fimm pør eru til fiskarí. Tey fiska upsa og annan hvítfisk, serliga longu, hýsu og tosk. Fiskaríið eftir upsa er smáligt. Fleiri fara helst at landa í vikuni.

Allir trolbátarnir liggja við bryggju, men helst fer onkur avstað í næstum, tí veðrið verður gott.

Tvey garnaskip fiska svartkalva og tvey fiska havtasku. Fiskaríð er brúkiligt. Øll landa í vikuni.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo