Tí tørvar ikki at leita eftir orðum, sum altíð sigur satt
- danskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

LGBTQ+ letst at vera ein felagsskapur fyri øll samkynd, tvíkynd og transkynd. Tey brúka hesar minnilutarnar til at fremja eina oyðileggjandi politiska ideologi, og vanlig fólk síggja tað ikki, tí tey vilja bara hjálpa.

Flestu vilja vit, at okkara næstar hava tað gott, og tá vit hoyra um happing og forfylging, royna vit at gera tað, vit eru ment, so at tey ið verða happað, sleppa undan forfylgingini.

266b ger mismun á fólki
Eg minnist, tá eg starvaðist á Dimmu. Tá varð ein samkyndur maður bardur so illa, at hann endaði á Landssjúkrahúsinum og á forsíðuni hjá okkum.

Minnist, hvussu errin eg var av at vera partur av eini fyritøku, sum vardi ein, ið var so forfylgdur.

Stutt seinni varð 266b samtykt. Okkurt innan í mær segði, at tað ikki var rætt at gera slíka lóg, tí øll jú eru vard og eru líka fyri lógini.

Men søgan um bukaða mannin vann á ivanum og ikki minst skilinum. 

Í dag dugi eg at síggja, at 266b í veruleikanum er ein lóg sum ger mun á fólki. Lógin er gjørd sum í gomlum døgum, áðrenn øll vórðu jøvn fyri lógini. T.d. kundi ein lóg siga, at ólógligt var at stjala seyð og neyt frá bóndanum. Men hvat so við gæsinum?

Í dag gera vit lógir ið javnseta øll – bara ikki 266b. 

266b ger mismun á fólki. 

Barnalokkarí
Menn í kvinnuklæðum krevja at verða nevndir ’kvinnur’.

Teir vilja sleppa at brúka kvinnu wc og at íðka kvinnuítrótt – og ikki minst vilja teir sleppa at vaska sær inni hjá, og saman við, kvinnunum.

Ikki nokk við tí. Vit eru nú komin so langt, at børn verða sexualiserað. Hesir avvíkjarar vilja sleppa at lata seg í sum kvinnur og at fortelja søgur fyri okkara børnum.

Altso, tað er ikki søgan, sum tað snýr um – tað er maðurin i kvinnuklæðum.

Søgan er umberingin fyri at sleppa at manipulera børnini – at lokka tey. Barnalokkarí, um mann vil. 

‘Ónd menniskju’
Lítið vita vit, at vit ofta verða brúkt í einum politiskum spæli, ið bert brúkar smáar minnilutar til at fremja eina heilt aðra dagsskrá.

Ofta er tað ein formur fyri verðsligari religión. 

Letst tú ikki, sum tú trýrt lygnunum, verður tú demoniseraður.

Tú verður sagdur at vera eitt ónt menniskja – og tey rópa hart!

Nú hava fleiri ’ónd menniskju’ fingið nokk.

Mann kann fara so langt, at mann fer ov langt, og fer mann eftir børnunum, vekir mann sjálvt tey, ið eru so tolin, at tey sjáldan siga nakað, minst av øllum tala at. Tit misbrúka okkara tol.

Nú er nokk nokk.  

Gunnar Isholm Simonsen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo