Hin hættisligasti sjónleikurin er tann, ein leikar fyri sær sjálvum
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Trýst á myndina og hon verður størri

Trýst á myndina og hon verður størri

Trýst á myndina og hon verður størri

Her eitt skitsu uppskot hvussu Skálatrøð kann skipast í framtíðini. 

Av tí at Nólsoyar Páll skal flytast úr Vágsbotni, kundi hann verið ein partur av hesum uppskotið.

Sum sæst í fleiri øðrum londum kring okkum verður nógv gjørt við at byggja kanalir og vatnspegl tí slík støð tiltrekkja okkum menniskju.

Á viðfestu mynd er eitt skitsu uppskot har man grevur av aftur part av Skálatrøð (leyst grót) so man fær eitt 1-2m djúpt vatnspegl við brúgvum og "oyggjum".

Innanfyri er bilhús sum eisini kann rúma smáhandlar, kafe o.a.

Vegastrekkið framvið Skálatrøð verður flutt afturum bilhúsið, so man hevur "waterfront" frían fyri bilaferðslu.

Framtíðar Skálatrøð:

- 4-500 parkeringspláss

- smáhandlar

- útilív við cafe v.m

- sambinding við Vágsbotn

- eitt vatnspegl til trivnað á sól síðuni har Nólsoyar Páll eisini fær sítt pláss úti á vánni.

Borgari í Tórshavn

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo