- Ongin ráðstevna er í Norðurlandahúsinum í næstu viku, sum tit eisini síggja, um tit hyggja á okkara heimasíðu, og eg mæli til at tit faktakanna tykkara upplýsingar, áðrenn tit fara í miðlarnar.
Tað sigur stjórin í Norðurlandahúsinum, Siv Gunnarsdóttir, í stuttum svari uppá mótmæli ímóti eini ráðstevnu um jarðfrøði, sum fleiri felagsskapir og einstaklingar í gjár sendu føroysku miðlunum í opnum brævi.
At kalla allir teir føroysku miðlarnir endurgóvu tíðindaskrivið, seinast Kringvarpið í tíðindasending í morgun.
Men ráðstevnan, sum skuldi vera í næstu viku, bleiv avlýst fyri fleiri vikum síðani vegna væntandi undirtøku, sigur Siv Gunnarsdóttir við VP. Hon undrast yvir, at miðlarnir so glaðbeintir endurgeva tíðindaskriv uttan at kanna um upplýsingarnir eru rættir.
Les eisini: Fleiri felagsskapir mótmæla oljuleiting við Føroyar
Ingmar á Løgmansbø frá felagsskapinum Ringrás var ein av stigtakarunum til mótmælistíðindaskrivið. Hann sigur við VP, at tey hava skilt, at tiltakið kortini verður, bara í minni líki.
- Vit hava skilt, at okkurt slag av hátíðarhaldi kortini verður í sambandi við at fjórða útbjóðingarumfarið letur upp, og essensurin í okkara mótmæli er sum so óbroyttur, hóast talan ikki er um nakra ráðstevnu, sigur hann.
Hjá Jarðfeingi verður váttað, at fimta ráðstevnan um jarðfrøðina í Føroyum, sum skuldi vera í næstu viku, er avlýst, tí undirtøkan ikki var nóg stór. Eisini verður váttað, at upplatingin av fjórða útbjóðingarumfarinum skuldi vera ein partur av hesum størra tiltakinum.
- Eitt tiltak verður tó í samband við fjórða útbjóðingarumfar, men tað er flutt í Smæruna (høli hjá Starvsmannafelagnum, red.), tí tiltakið nú er minni enn upprunaliga ætlað, og ov lítið til Norðurlandahúsið, siga tey av Jarðfeingi.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo