Hin hættisligasti sjónleikurin er tann, ein leikar fyri sær sjálvum
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Norðurlandahúsið eigur ikki at vera stýrt eftir teimum konservativu, ei heldur teimum progressivu. Norðurlandahúsið skal umboða øll norðurlond, øll fólkaræðislig virðir og øll fólk. 

Norðurlandahúsið ger eitt megnar arbeiði við at skipa fyri konsertum, fyrilestrum, sofaprátum, filmsýningum, listaframsýningum og mongum øðrum tiltøkum.

Eitt nú er Faroese International Minority Film Festival (FIMFF) einaferð um árið, og samstarvar við Norðurlandahúsið. FIMFF er ein minnilutafestivalur, ið varpar ljós á ymiskar minnilutar, og í ár er temaði løgfrøðiligt kynskifti (ið merkir at ein kann skifta kyn í øllum samleikaprógvum, eitt nú pass).

Hetta ynskja tey at varpa ljós á, tí tað er ikki loyvi at skifta kyn, løgfrøðiliga, í Føroyum.

Norðurlandahúsið skal kunna geva pláss fyri slíkum tiltøkum, eins tey geva fyri nógvum øðrum tiltøkum ið viðgera etiskar spurningar. Etiskir spurningar eru eisini partur av okkara mentan.

Eitt lesarabræv ferðast kring alnótina í løtuni. Skrivarin ákærur NLH fyri at skipa fyri “ónærisligum tiltøkum fyri børnum”, at drag drotningar framføra uttan undirklæðir fyri at gera seg inn á børn, og at londini rundanum okkum, ið hava lóggivið fyri løgfrøðiligum kynskifti, hava trupuleikar tí at fólk ásett sum menn við føðing, fara at nýta skiftingarrúmini hjá kvinnum og vinna í ítrotti.

Hetta er alt faktuelt skeivt.

Eg havi verið inni og hugd hvørji tiltøkini eru, og sum eg dugi at síggja, skipað hvørki NLH ella FIMFF fyri nøkrum ónærisligum tiltøkum til børn. Øll tiltøkini hava ásett aldursmark.

Tað eina tiltakið til børn er ein søguløta við Siriously, ið er ein drag drotning.

Hvat er trupulleikin við einum persóni við vøkrum hári og smyrsli, ið ynskir at læra børn um opinleika og næstakærleika við at lesa barnasøgur um hvussu fólk kunnu vera ymisk og hava ymiskar familjusamansetingar?

Spyrt tú meg er tað eingin seksualisering í tí.

Eg havi leitað á alnótini og allar greininar, ið ákæra drag framførarar fyri at grooma børn hava eingin tøl ella keldur, eg fann einki á allari alnótini um hesa ákæring, eg fann tó óhugnaliga stór tøl um grooming og pedofili í kirkjum kring heimin.

Kjakið um løgfrøðiligt kynskifti snýr seg ofta um skiftingarúm og ítrótt. Fyrst og fremst má eg siga at eg trúgvi ikki at nakar tvørkyndur ynskir at krenka nakran í nøkrum skiftingarúmi, tey spyrja ofta um eitt privat rúm at skifta í. Í ítrotti er tað ein mátistokkur fyri hvussu nógv testestoron og musklar eru í kroppinum.

Hevur ein tvørkynd kvinna ov nógv av testestoron og “muscle-mass” sleppur hon ikki at kappast móti øðrum kvinnum, hetta tilfeldi hendir eisini viðhvørt við biologiskum føddum kvinnum.

So tað er als eingin avbjóðing við ítróttinum.

Hetta er bert tað ið eg havi funnið framm til, og byggi míni sjónarhorn uppá.

Óansæð, skal tað vera pláss fyri at viðgera hesi málini á einum seriøsum støði.

Norðurlandahúsið skal kunna geva pláss fyri hesum, uttan at vera stemplaði sum ein pornoklubbi.

Pól Jóhannus Toftegaard Larsen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo