Tað ger onki, um hjúnarbandið er av seglgarni - bert seglgarnið er passaliga langt
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Frá vinstur: Heini Hátún, umboð fyri Føroyar í norðurlendska stýrisbólkinum; Regin Debess, fyrrverandi savnslærari á Tjóðsavninum; Kristina Djurhuus Christiansen, savnsvørður á Tjóðsavninum og umboð fyri Føroyar í norðurlendska stýrisbólkinum; Hanus Jensen, bátasmiður í Vikingeskibsmuseet í Roskilde; John Høgnesen, bátasmiður í Høgnesen Bátasmíð

Frá vinstur: Heini Hátún, umboð fyri Føroyar í norðurlendska stýrisbólkinum; Regin Debess, fyrrverandi savnslærari á Tjóðsavninum; Kristina Djurhuus Christiansen, savnsvørður á Tjóðsavninum og umboð fyri Føroyar í norðurlendska stýrisbólkinum; Hanus Jensen, bátasmiður í Vikingeskibsmuseet í Roskilde; John Høgnesen, bátasmiður í Høgnesen Bátasmíð

Frá vinstur: Heini Hátún, umboð fyri Føroyar í norðurlendska stýrisbólkinum; Regin Debess, fyrrverandi savnslærari á Tjóðsavninum; Kristina Djurhuus Christiansen, savnsvørður á Tjóðsavninum og umboð fyri Føroyar í norðurlendska stýrisbólkinum; Hanus Jensen, bátasmiður í Vikingeskibsmuseet í Roskilde; John Høgnesen, bátasmiður í Høgnesen Bátasmíð

Tjóðsavnið: Norðurlendsk bátaráðstevna var í døgunum 21.-22. september í Roskilde og í Holbæk. Roskilde Vikingeskibsmuseum og Kystliv Holbæk vóru vertir.

Endamálið við ráðstevnuni var at fagna, at norðurlendska bátasiðvenjan varð innskrivað á UNESCO listan fyri umboðandi siðaarv hjá mannaættini í 2021. Sjóneykan varð sett á, hvønn týdning bátasiðaarvurin hevur fyri okkum í norðurlondum, og luttakararnir fingu íblástur til, hvussu arbeiðast kann við bátasiðvenjunum í teirra øki.

Bátasiðvenjan kann bert førast víðari, um hon verður brúkt – og hóskandi slagorðið fyri ráðstevnuna var “beskyttelse gennem benyttelse”.   

Øll tey norðurlendsku londini vóru umboðaði millum teir 130 luttakararnar. Ein triðingur vóru bátasmiðir, ein triðingur savnsfólk og ein triðingur komu frá ymiskum útbúgvingarstovnum. Tvey almenn føroysk umboð vóru við – Heini Hátún og Kristina Djurhuus Christiansen, sum bæði umboða Føroyar í Norðurlendska stýrisbólkinum fyri UNESCO innskrivingina. 

Bátasiðvenjan – handverk, dugnaskapur og brúk
Thomas Breddam, borgarstjóri, setti ráðstevnuna í Vikingemuseet í Roskilde. Síðan vóru fyrilestrar um, hvussu bátasiðvenjan - handverkið og brúk av bátinum, kann gagnnýtast til frama fyri læring, trivna og siðmenning hjá børnum og ungum. Bátasiðvenjan fær lív og verður varðveitt, um vit skapa karmar fyri, at siðvenjan kann útinnast og mennast. Tað hevur alstóran týdning, at bátasmiðir hava atgongd til smiðjur, har til ber at smíða bátar og læra frá sær. Eisini er neyðugt at skapa eitt umhvørvi, har bátar kunnu viðlíkahaldast og umvælast, og har fólk kunnu fáa frálæru í brúki av bátunum.

Mentanarliga tilfeingið í okkara nærumhvørvið - í hesum føri havið, føroyski báturin, handverkið og sjóðmannskapur, kann mennast og brúkast í útbúgvingarvirksemi og frítíðarvirksemi.

Dentur varð lagdur á týdningin av breiðum samstarvi – at land, kommunur, áhugafeløg, bátasmiðir, útbúgvingarstovnar og søvn arbeiða eftir felags leisti fyri, at bátasiðvenjan kann førast víðari og gerast viðkomandi í okkara nútímans samfelagi.

Det nordiske klinkbåt charteret 2023 – Ein norðurlendsk bátastevnuskrá
Norðurlendski stýrisbólkurin fyri UNESCO innskrivingina hevur tað seinasta árið arbeitt við at menna eina norðurlendska bátastevnuskrá – “Det nordiske klinkbåt charteret 2023”. Tað bleiv viðtikið tann 5. september, 2023 og varð undirskrivað á ráðstevnuni. Skjalið byggir á umsóknina fyri UNESCO innskrivingina, og lýsir eina felags norðurlendska strategi at arbeiða eftir.

Tað var ein hátíðarlig løta, tá ið skjalið bleiv undirskrivað av øllum luttakarunum. Skjalið er ein fólkslig váttan av viljanum at varðveita norðurlendsku bátasiðvenjuna til tey komandi ættarliðini. Seinni verður møguleiki hjá øllum talgilt at skrivað undir, og harumframt verður skjalið týtt til føroysk.

Ráðstevnan endaði við einari messu í bátasmiðjuni í Kystliv Holbæk. Har kundi mann uppliva bátasmíð, hitta umboð fyri háskúlar, ungdómsskúlar og áhugabólkar í øllum norðurlondunum. Á føroyska básinum bleiv kappróður vístur fram, sum dømi uppá livandi bátamentan.

Ráðstevnan var samskipað av Han Herred Havbåde, Kystliv Holbæk, Vikingeskibsmuseet og Forbundet KYSTEN. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo