Vitan uttan vísdóm er sum vatn í sandinum
- Afrikanskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Lærarar og næmingar í øllum Norðurlondum kunnu síggja fram til einum felags norðurlendskum jólakalendara, talgildar filmsverkstovur og nógv annað spennandi, nú vældámdi felagsnorðurlendski frálærupallurin ‘Norden i Skolen’ fær munandi styrk komandi árini.

Norden i Skolen er ein frálærupallur, sum finst á øllum málunum í Norðurlondum, og vendir sær til allar skúlaárgangir frá 1. flokk upp til miðnám.

Grunnurin, sum eitur ‘A.P. Møller og Hustru Chastine Mc-Kinney Møllers Fond til almene Formaal’ hevur júst gjørt av at stuðla átakinum við 11 milliónum krónum. Játtanin er givin út frá eini ætlan um um styrkja norrønu mál- og mentanarfatanina í norðurlendsku flokshølunum fyri harvið at styrkja norðurlendska felagsskapin.

Átakið er rótfest í norrønu feløgunum, og er eitt samstarv millum BUSTER filmsfestivalin, danska lærarafelagið og norðurlendska NAPA-stovnin í Grønlandi. Eisini verður samstarvað við filmsfestivalar í Finnlandi, Íslandi, Svøríki og Noregi.

Játtanin frá A.P. Møller-grunninum fer til eina røð av tiltøkum, ið skulu uppstiga frálærupallin. Millum átøkini, ið lærarar og næmingar kunnu síggja fram ímóti er:

- Norðurlendskir spæli- og stuttfilmar, ið verða vístir bæði online og á barnafilmsfestivalum

- Ein norðurlendskur jólakalendari við ljóðforteljingum

- Samskapan av egnum filmum tvørtur um landamørk

- Frálærutilfar til lærugreinirnar søga og samfelagsfak við norðurlendskum fokus

- Dagsseminar fyri fólkaskúlalærarar við fokus á norrøn mál, mentanar- og samfelagsfatan í undirvísingini

- Ein amboðskassi fyri lærarar til tilrættislegging og fremjan av frálæru í norðurlendskum evnum

Átakið arbeiðir sostatt við fleiri ymsum brøgdum til tess at náa út til børn og ung í Norðurlondum.

- Tað er eftirspurningur eftir  nýskapandi hættum at arbeiða við norðurlendskum mál- og mentanarfelagsskapi í skúlanum. Vit eru sera spent at koma í gongd við hesi verkætlanini saman við okkara dugnaligu samstarvsfeløgum. Hetta fer at bøta munandi um pallin, og verður ein gáva til norðurlendska mál- og mentanarsamstarvið, sigur Thomas Henriksen, ið er verkætlanarleiðari á Norden i Skolen. Hann er eisini mentanar- og útbúgvingarleiðari hjá Sambandi norrønu Felaganna, FNF.

Longu í 2022 kunnu lærarar og næmingar vænta at kunna uppliva eitt nú norrøna jólakalendaran við ljóðforteljingum, nýtt frálærutilfar í lærugeinini søgu og eina samnorðurlendska filmsverkætlan fyri skúlanæmingar. Alt hetta hendir á Norden i Skolen: www.nordeniskolen.org

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo