Sannur kærleiki byrjar við at taka sær av sínum næstu - heima við hús
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Javnaðarflokkurin á fólkatingi: Fleiri ferðir hevur verið róð fram undir, at norsk skip ikki virða revsitiltøkini hjá ES móti Russlandi og veita olju – og møguliga eisini aðrar tænastur - til russisk skip á opnum havi. Tað er væl kent, at summi av hesum russisku skipunum bunkraðu í Føroyum, áðrenn føroyski havnastongsulin mótvegis Russlandi varð settur í verk á sumri í ár.

Tí valdi Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður fyri Javnaðarflokkin, at reisa málið fyri norsku stjórnini umvegis Norðurlandaráðið. Norska stjórnin hevur nú svarað Sjúrði Skaale.

Í svarinum sigur Espen Barth Eide, uttanríkismálaráðharri, at norsk skip eisini eru fevnd av teimum handilstiltøkum, sum Noreg hevur sett í verk mótvegis Russlandi. Norska stjórnin vil tó ikki siga, um bunkringarnar á opnum havi eru brot á tiltøkini.

Og svarið tekur heldur ikki støðu til, í hvønn mun hetta virksemið er hækkað eftir føroyska havnastongsulin mótvegis russiskum skipum.

Spurningarnir og svarið kunnu lesast her: 00206BB3311B231124121129 (norden.org)

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo