Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

G! 2024: Norsku Aiming for Enrike eru tveir snildir gandakallar, sum við gittara og trummum megna at vinda munandi meira burturúr sínum ljóðförum enn fólk flest. 

Stílurin sveiggjar heilt frá shoegaze til techno, og er mentur gjögnum fimm útgávur. 

Letur tú eyguni aftur, so kanst tú lætt hugsa, at har standa fimm-seks tónleikarar á pallinum, har onkur spælir ljómborð, onkur bass og onkur slagverk. 

Har má vera slept okkurt í drekkivatnið í Noregi í nýggjari tíð. Umaftur og umaftur megna tey at koma við ótrúliga góðum listafólki, bólkum, tónleikarum og lagsmiðjum, öll á so högum altjóða stöði, at tú verður tikin á bóli ferð eftir ferð. 

Landið er jú ikki so stórt heldur, so hettar er í roynd og veru ótrúligt. Ja, Noreg er sanniliga eitt stað tú eigur at halda oyruni opin fyri í hesum dögum.

Komið á konsert og latið tykkum rúnarbinda av evnaríku tónleikarunum og teirra ótrúligu kynstrum, latið tykkum draga við og dansi, sum um tað var ein technoveitsla við einum DJ.

Hetta er bæði tað háfloygda og tað einfalda. Nöktan av heila og kroppi.

Vit eru ógvuliga spent til at uppliva Aiming for Enrike saman við tykkum á G! 2024. 

Tað er longu greitt, at  Of Monsters and Men (IS), Eivör (FO), The Longest Johns (UK), Einangran (FO), Knút (FO), Ash Olsen (FO) og Specktors (DK) spæla á  G! 2024, fylg okkara sosialu miðlum, tí hvønn týsdag kl. 9.00 avdúka vit eitt nýtt navn. 

Tú mást fara!

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo