Tí tørvar ikki at leita eftir orðum, sum altíð sigur satt
- danskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Dennis Holm skrivar lesarabrævið, við yvirskriftini "Jú, Suðuroyartunnilin kemur".

Hetta ger hann eftir at D&V gjørdi innslag við Karlot Hergeirsson úr Framsókn, og Fróða Magnussen, formann í Búskaparráðnum um m. a. fígging av Suðuroyartunlinum.

Hesir báðir vóru bangnir fyri, at um henda verkætlan verður førd út í lívið, so kemur tað nærum at steðga øllum øðrum íløgum her á landi, fleiri 10 ár fram í tíðina.

Hetta er júst tað sama sum vit í bólkinum "Ja til Vestmannatunnil", hava víst á, og sagt ikki má henda.

Vestmenningar hava, sum áður sagt mist tolið, og fara ikki at lata okkum linda, at bíða í 20 - 30 ár eftir nýggjum ferðasambandi.

Eg havi í øðrum lesarabrævi heitt á ting- og landsstýrisfólk her úr økinum, um ikki at verða við til at gera nakra semju um langtíðaríløgukarm, og heldur ikki um nakran Suðuroyartunnil, um tunnilin til Vestmanna ikki stendur næst á skrá eftir at tunlarnir norð um Fjall eru lidnir.

Henda áheitan stendur við!

Eysturoyar/Sandoyartunlarnir eru bundnir og fíggjaðir í eini verkætlan, og nú henda samgonga sigur seg arbeiða við at finna fígging til Suðuroyartunnilin, á uml. 4 milliardir, so vil eg staðiliga heita á tykkum um at fylgja hesum leisti, og at hækka hetta talið upp í 4,6 milliardir, so at fígging eisini er klár til Vestmannatunnilin, so fær pípan nokk eisini annað ljóð.

Tí, sitandi samgonga skal vita, at tað verður trupult at sleppa uttan um vestmenningar, tá talan verður um infrakervið her í Føroyum framyvir.

Marner Joensen
Vestmanna

 

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo