Mær dámar ikki at binda meg til hvørki Himmal ella Helviti. Eg havi vinfólk bæði støðini
- Mark Twain

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

KÍ vann føroyameistaraheitið hjá bæði kvinnum og monnum og er tí við í báðum stórsteypadystunum í ár – hjá kvinnunum ímóti NSÍ og hjá monnunum ímóti B36. Mynd: Álvur Haraldsen

KÍ vann føroyameistaraheitið hjá bæði kvinnum og monnum og er tí við í báðum stórsteypadystunum í ár – hjá kvinnunum ímóti NSÍ og hjá monnunum ímóti B36. Mynd: Álvur Haraldsen

KÍ vann føroyameistaraheitið hjá bæði kvinnum og monnum og er tí við í báðum stórsteypadystunum í ár – hjá kvinnunum ímóti NSÍ og hjá monnunum ímóti B36. Mynd: Álvur Haraldsen

Stórsteypadystirnir í fótbólti fara aftur í ár at sparka nýggja kappingarárið í gongd, og hjá bæði kvinnum og monnum er KÍ við sum meistaralið, og steypavinnararnir hjá kvinnum eru úr NSÍ og hjá monnum úr B36. Ágóðin hesaferð fer til Epilepsifelagið.

Sunnudagin 27. februar klokkan 16.00 verður fyrsti fótbóltsdysturin í nýggja kappingarárinum, tá ið KÍ og B36 bresta saman í ársins stórsteypadysti hjá monnum – KÍ sum føroyameistari og B36 sum steypavinnari. Dysturin verður spældur á Tórshavn.

Smáar tvær vikur seinni er so stórsteypadysturin hjá kvinnum á skránni, og tað verður so sunnudagin 12. mars klokkan 17.00, somuleiðis á Tórsvølli. Hann verður millum føroyameistararnar hjá KÍ og steypavinnararnar hjá NSÍ.

Sum vant, eru stórsteypadystirnir samstarv millum Fótbóltssamband Føroya og Lions Club í Føroyum, og umframt at vísa okkum, hvussu nøkur av toppliðinum í fjør eru fyri til hetta kappingarárið, eru dystirnir eisini eitt høvi til at savna inn pengar til vælgerðarendamál.

Epilepsifelagið fær ágóðan
Eins og gjørt hevur verið seinnu árini, verður ágóðin frá stórsteypadystunum í hondbólti og fótbólti taldur saman, so øll upphæddin frá teimum tilsamans fýra dystunum kemur ein og sama góða endamáli til góðar

Hesaferð er tað Epilepsifelag Føroya, ið fær ágóðan frá hondbóltsdystunum, sum vóru spældir í september í fjør, og so nú fótbóltsdystunum, ið verða ávikavist í februar og mars. Tað er nakað, forkvinnan í Epilepsifelagnum, Randfríð Sørensen, áður hevur fegnast um:

– Hetta kemur sum vera man sera væl fyri hjá okkum, tí vit eru eitt felag uttan stórvegis inntøkur. Vit liva av okkara limagjaldi og eini lítlari pulju frá MEGD, so at onkur hugsar um okkum upp á henda mátan, eru vit sera takksom fyri, hevur hon sagt.

Sum sagt, er dystarskráin fyri ársins stórsteypadystir í fótbólti, at mansliðini hjá KÍ og B36 spæla leygardagin 27. februar klokkan 16.00, og kvinnuliðini hjá KÍ og NSÍ spæla leygardagin 12. mars klokkan 17, og báðir stórsteypadystirnir verða spældir á Tórsvølli í Havn.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo