Tað, sum nógv er hatað, er ofta illa fatað
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Undirvísingarstýrið: Nú er møguligt at søkja inn á miðnám og yrkisútbúgving til komandi skúlaár. Innskrivingin er tøk á heimasíðuni innskriving.fo, har søkjast kann um upptøku við talgildum umsóknarblaði. Vegleiðing til innskrivingina sæst her.

Ein gymnasial miðnámsútbúgving tekur vanliga trý ár og gevur tær førleikar til framhaldslestur á hægri lærustovni í Føroyum ella uttanlands. Ein yrkisútbúgving tekur vanliga fýra ár, har meginparturin av læruni fer fram á einum virki, og umleið ein fjórðingur av tíðini er skúlagongd. Við eini yrkisútbúgving verður tú til reiðar at arbeiða sum faklærdur.

Útbúgvingartilboðini eru mong, og tí kann vera torført at velja útbúgving. Fyri at gera tað lættari at velja útbúgving, er ein kunningarfaldari gjørdir um yrkis- og miðnámsútbúgvingar í 2024. Faldarin verður serliga útflýggjaður til 9. og 10. floksnæmingar, men hann er eisini talgildur og tøkur á heimasíðuni hjá Vegleiðingarstovuni her. Til ber eisini at taka faldarin niður sum pdf her.

Á skúlunum, sum bjóða út útbúgvingar, eru vegleiðarar, sum kunnu vegleiða. Til ber eisini at venda sær til Vegleiðingarstovuna - sí meira á vegleiding.fo

Ynskir tú at velja eina yrkisútbúgving, er Yrkisdepilin til reiðar at vegleiða. Meira fæst at vita um yrkisútbúgvingar og Yrkisdepilin á yrkisdepilin.fo  

Miðnámsskúlar skipa í næstum fyri kunningartiltøkum kring landið. Til ber at lesa meira um kunningartiltøkini á facebook síðunum hjá miðnámsskúlunum og Vegleiðingarstovuni á vegleiðing.fo

Umsóknarfreistin til miðnám og yrkisnám er 15. mars 2024.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo