Hin hættisligasti sjónleikurin er tann, ein leikar fyri sær sjálvum
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Savnsmynd

Savnsmynd

Savnsmynd

Nú rokast Royndarstøðin aftur við at fyriskipa seyðasýningar, ella rættari vakurleikakappingar, kring landið.

Myndir av síðullaðum og væl greiddum veðragjólingum prýða hvønn telduskerm.

Sýnsmenninir, fleiri av teimum hálvvaksnir dreingir, sum ongantíð hava fingist við røkt av seyði, ganga myllum bygdirnar, útgjørdir við sentimeturmáli í lummanum.

Summir av teimum hava eisini fingið prógv sum seyðasýnsmenn.

Tað ljóðar, at teir hava verið á skeiði hjá “seyðamanninum” á Royndarstøðini, har teir hava lært, hvussu gongulagið á veðragjólingum skal vera.

Tað sigst, at brundseyðir, sum koma hægst av fjøllunum og hava gingið í brattlendi, verða vrakaðir sum brundar, tí teir duga ikki at ganga.

Um tað er so galið, veit eg ikki.

Men, um so er, átti onkur pera at lýst á Royndarstøðin.

Sjálvandi dugur føroyski seyðurin at ganga, ella kundi hann ikki ligið í brattlendi, og mangan har tað ikki er gangandi hjá fólki.

Eg havi ongantíð hoyrt um, at seyður er omandottin, tí gongulagið ikki var í lagi.

Tað er ikki gott at vita hví “seyðamaðurin” á Royndarstøðini hevur fingið tað í høvdið, at føroyski seyðurin ikki dugur at ganga, tí tað ljóðar, at sýnsmenninir, sum “seyðamaðurin” á Royndarstøðini hevur útbúgvið, bara hendinga ferð finna ein veðragjóling við tí “rætta” gongulagnum.

Eg havi einaferð sæð eitt sýnshølið, og eg ógvaðist við.

Teppi lá á gólvinum, jú, tit lósu rætt, eitt grønt teppi lá á gólvinum.

Fyri tí um “seyðamaðurin” á Royndarstðini dagliga gongur á “bonaðu gólvunum” á Royndarstøðini, og ger seg klókan uppá seyðahald í Føroyum, kann hann ikki vænta, at veðragjólingar, uppaldir í harðbalnu føroysku fjøllunum, skulu trívast á “bonaðu gólvunum”.

Tað er ein háðan ímóti føroyska seyðinum, soleiðis sum Royndarstøðin ber seg at.

Tað sum verri er, er at fleiri og fleiri taka undir við rukkulívinum, og tí kunnu vakurleikakappingarnar verða til óbótaligan skaða fyri føroyska seyðin.

Føroyska umhvørvið hevur í øldir mynda føroyska seyðin, útsjónd, gongulag o.a., so hann kann klára seg í føroyska veðurlagnum.

Seyðurin, lendið og náttúran hoyra saman.

Tí má “seyðamaðurin” á Royndarstøðini ikki sleppa at órógvað hesa javnvág.

Tað ljóðar eisini, at fleiri av sokallaðu úrvalsseyðunum als ikki hava gingið í føroysku fjøllunum, men hava gingið í gerðum og á dyrkaðum lendi, fóðraðir við kraftfóðri.

Í staðin fyri at sita á Royndarstøðini og gera seg klókan uppá seyðahald, átti “seyðamaðurin” at spurt seg fyri hjá royndum hagamonnum, sum kundu lagt honum lag á.

Seyðaánarar fáa onga úrtøku burturúr beinum, hornum ella gongulagnum hjá seyði, men av nøgdini av kjøti og ikki minst smakkinum.

Leiðarin á Royndarstøðini ella landsstýrismaðurin má steðga ørskapinum, og taka “seyðamannin” av ræði.

Farast má undir veruligar seyðasýningar, aliarbeiði, sum leggur dent á at ala seyð við nógvari kjøtfyllu og seyð, sum hevur glærfitið og harvið vælsmakkandi kjøt.

Ikki fyrrenn tá fáa vit nyttu av tí arbeiði og teimum pengunum, sum árliga verða nýttir til vakurleikakapping kring landið.

Tað eru nógvir royndir og dugnaligir røktarar kring landið, sum kundu hjálpt til at fingið eina slíka seyðasýning í lag.

Eitt er vist, tað sum gongur fyri seg í dag, ger størri skaða enn gagn.

Tí má tað steðgast sum skjótast.

Petur Skeel Skarðsá
Funningur

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo