Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Bøkur

BirkBlogg: - Her verður søgan søgd um eitt ógvuliga týðandi skeið í okkara nýggju vinnusøgu, sum fulkomuliga hevur broytt okkara samfelag, og útlitini fyri framtíðar menning, segði Líggjas í Bø, tá bókin "Av føroyskum firðum út í stóru verð" varð løgd fram á Bakka í gjár.

Eftir at hava ynskt høvundunum til lukku við bókini, helt Líggjas í Bø hesa kveiktu røðu undir yvirskriftini:

Hugburðurin til nýggjar vinnur
Ídnaðargerðin av samfelagnum í farnu øld hevði við sær, at nógv fólk fluttu av bygdunum til stórplássini.

Hetta merkti, at stórur partur av fólkinum á størru plássunum, høvdu sínar røtur í bygdunum, sum avfólkaðust meira og meira. Hesi fyrrverandi bygdafólk harmaðust um hesa gongdina.

Ivaleyst hevur hugsjónin um bygdamenning sín uppruna í hesum fyribrigdi, og bygdamenning  fekk stóra undirtøku í 60- og 70-árunum. Ein avleiðing av hesum var herrópið “Flakavirki á hvørjum tanga.”

Og tá ið so prátið um laksaaling í Føroyum tók seg upp, gjørdi sama grundhugsan seg galdandi, um alarar sum eitt slag av traðarmonnum á føroysku firðunum.

Tá ið stóra alikreppan kom, mátti ásannast, at hugnaligi dreymurin  um ali-traðarmenn, ikki hevði hald í veruleikanum - ja var beinleiðis skaðiligur.

Les meira

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo