Tríggjar oyggjar eftir einum degi. Leygardagin 27. mai skipar Tórshavnar kommuna fyri einum spennandi tiltaki út í smáu oyggjarnar í kommununi.
Og nú ber til at keypa atgongumerki til Oyggjadagin 2017 hjá Visit Tórshavn í Steinatúni, tel 30 24 25.
- Eini 450 fólk vitjaðu hesar gimsteinarnar í kommununi á Oyggjadegnum í fjør, og nú gleða vit okkum at bjóða fólki vælkomnum út í oyggjarnar 27. mai í ár, sigur Gunnar Djurhuus, økissamskipari í Tórshavnar kommunu.
Umframt at vitja 3 oyggjar ein og sama dag (túrar 1, 2 og 3) har gongutúrar eru í Hesti, ber eisini til at fara beinleiðis túr til Nólsoyar (túrur 4) og Kolturs (túrur 5). Farið verður eisini av Havnini út í Hest við Westward Ho (túrur 6).
Túrur 1, 2 og 3
Velur tú túr 1, 2 ella 3, verður farið av Gomlurætt ávikavist kl. 08.00, 10.00 og 12.00. Og síðani heldur tú teg neyvt til skránna fyri túrin. Prísurin fyri túrin er kr. 250,- fyri vaksin og kr. 175,- fyri børn undir 12 ár.
Túrur 4
Velur tú túr 4, verður farið av Havnini við Ternuni kl. 12.30, og farið verður úr Nólsoy aftur kl. 19.25 við Ternuni. Prísurin fyri túrin er kr. 100,-
Túrur 5
Velur tú túr 5, er fráferðin av Gomlurætt kl. 11.00 og úr Koltri kl. 15.00. Prísurin fyri túrin er kr. 250,-
Túrur 6
Við Westward Ho av Havnini kl. 9.00 út í Hest. Vit hittast við Müllers Pakkhús. Úr Hesti til Nólsoyar kl. 16.00 og úr Nólsoy til Havnar kl. 20.00. Prísurin fyri túrin er kr. 250,-
Í Hesti verður skipað fyri trimum ymiskum gongutúrum, og haraftrat verður okkurt gott til matna. Í Koltri verður greitt frá gomlu býlingunum, og ein sertúrur verður gjørdur upp á Oyggj. Í Nólsoy verða nógv ymisk spennandi tiltøk, og so verður eisini gingið suður á Tjørnunes. Hetta verður ein dagur við bygdahugna, livandi tónleiki, uttandura grill og oyggjamentan.
Nærri kunning sæst HER.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo