40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Umhvørvis- og Vinnumálaráðið: Vit vita, at stórur vøkstur hevur verið í ferðavinnuni, seinnu árini. Men vit vita alt ov lítið um, hvussu ferðavinnan í roynd og veru er samansett.

Hvørjir partar av ferðavinnuni løna seg best? Hvussu nøgd eru ferðafólkini? Hvar í landinum brúka ferðfólkini pening, og hvussu er atferðin hjá ferðafólkum úr ymiskum londum.

Hesar, og nógvar aðrar spurningar, tørvar okkum at fáa greiðu á, fyri at kunna stýra miðvíst og menna ferðavinnuna, so at hon gagnar føroyska samfelagnum best, sigur Magnus Rasmussen, landsstýrismaður.

Nýggja játtanin til hagtøl, verður til Hagstovuna at menna og reka skipanina TSA (Tourism Sattelite Account). Við hesu skipan koma føroysku hagtølini at verða gjørd upp eftir føstum altjóða leisti, soleiðis at gongdin í okkara ferðavinnu kann berast beinleiðis saman, við ferðavinnuna í øðrum londum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo