Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

F.v. síggjast Jóan Petur Hentze, trivnaðarstjóri, Heðin Mortensen, borgarstjóri, Regin Petersen, stjóri í HVT, Súna Mørk, forkvinna í trivnaðarnevndini, og Johan Syderbø, leiðari á bygningsdeildini hjá Tórshavnar kommunu.

F.v. síggjast Jóan Petur Hentze, trivnaðarstjóri, Heðin Mortensen, borgarstjóri, Regin Petersen, stjóri í HVT, Súna Mørk, forkvinna í trivnaðarnevndini, og Johan Syderbø, leiðari á bygningsdeildini hjá Tórshavnar kommunu.

Tórshavnar kommuna: Nú byrjar byggingin av hádeildini hjá Sankta Frans skúla. Í dag varð arbeiðstøkusáttmálin millum Tórshavnar kommunu og HVT undirskrivaður, og nú er alt klárt til at byggja nýggja hádeild til Sankta Frans skúla. HVT vann útboðið, og sáttmálaupphæddin er kr. 28,5 mió.

Við hesum fer Sankta Frans skúli at hava næmingar úr forskúla til 9. flokk, ið hevur verið stórt ynski hjá skúlanum í mong ár. Í skúlanum verða seks skúlastovur, umframt serhøli og fakhøli, eins og starvsfólkaumstøður og felags uppihald.

Bygningurin er umleið 1100 fermetrar og verður bygdur á stykkinum, sum Stella Maris vøggustova stendur á. Í næstu viku verður byrjað at taka Stella Maris-húsini niður.

Í hesum sambandi verða gjørd átøk soleiðis, at niðurtøkan órógvar sum minst ferðsluna í økinum, serliga um morgunin, tá nógv ferðsla vanliga er til Sankta Frans skúla, Sankta Jósef´s barnagarð og miðbýin annars.

Eisini verða atlit tikin til grannalagið, millum annað KFUK.

Sambært tíðarætlanini verður hádeildin tikin í nýtslu til skúlaárið 2024/25.

---

Nøkur fakta um húsini.

Húsini hava í fleiri umførum verið advokatskrivstova og bústaðarhús. Advokat Helge G. Simons seldi húsini til Børge Hustedt Andersen, advokat, í 1936. Hann húsaðist har til hann fór av landinum í 1949.

Húsið hevur síðan verið brúkt til mangt og hvat. Var kostskúli hjá nonnunum seinast í 50'unum og síðan millumskúli, áðrenn tad bleiv vøggustova.

Húsini liggja væl fyri. Stutt er til Viðarlundina, Grasagarð, vøllirnar í Gundadali, og býarbussurin steðgar beint við. Harumframt er ein av bestu gørðunum í býnum á staðnum.

Søgan um Stella Maris vøggustovuna gongur aftur til 1958, tá nonnurnar settu á stovn ta fyrstu vøggustovuna í landinum.

Í byrjanini helt vøggustovan til í tveimum skúlastovum á Sankta Frans Skúla, beint hinumegin vegin, men í 1965 flutti vøggustovan niðan til betri og rúmligari umstøður í Stella Maris.

F.v. síggjast Jóan Petur Hentze, trivnaðarstjóri, Heðin Mortensen, borgarstjóri, Regin Petersen, stjóri í HVT, Súna Mørk, forkvinna í trivnaðarnevndini, og Johan Syderbø, leiðari á bygningsdeildini hjá Tórshavnar kommunu.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo