Hin hættisligasti sjónleikurin er tann, ein leikar fyri sær sjálvum
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Við sangum sum Torvatrøll, Ivast, Barnið og Flúgvi eg til tín brakaði JoKa beint inn á føroyska tónleikapallin, tá teir báðir Karl Martin Samuelsen og Jóhannus á Rógvi Joensen í 1986 sendu sína fyrstu útgávu á marknaðin. Talan gjørdist um hópin av veruligum landaplágum, og enn í dag liva løgini sítt fríska og góða lív millum manna.

Teir báðir høvdu verið - og eru framvegis - eisini støðugt virknir á føroyska tónleikapallinum í øðrum sambondum, og tað er helst fremsta frágreiðingin til, hví JoKa ongan tíð gjørdist nakar veruligur live-bólkur.

Framførslur við bólkinum hava verið sera sjáldsamar – ja, kunnu teljast á einari hond – og tí kunnu tey vitjandi á Summar Festivalinum síggja fram til eina heilt serstaka uppliving, tá JoKa fer á pallin.

- JoKa var eitt stuttligt eksperiment hjá okkum báðum, vil eg siga. Jóhannus og eg kendust sjálvandi, og vit prátaðu saman, tá vit hittust. Eitt nú á ólavsøku, og vit komu eftir, at vit í nógvar mátar hugsaðu um tónleik upp á sama máta, , sigur Karl Martin Samuelsen.

- Tí gjørdu vit av at gera eina roynd, og hon eydnaðist nú bara heilt væl. At vit so ikki hava spælt serliga nógv live kemst av, at vit ikki eru nakar veruligur bólkur. Heldur vóru vit tveir mans, sum so høvdu nakrar studio-tónleikarar afturat okkum, og eitt nú syngi eg allar røddirnar á útgávunum – nakað sum tú ikki fært gjørt á palli, sigur Karl Martin.

- Einstakar framførslur hevur talan tó verið um, men tær hava verið fáar, og tað er langt síðani seinast, so vit gleða okkum, sigur Karl Martin Samuelsen.

JoKa spælir á Vágsbø hóskvøldið eftir Aqua. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo