Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Ja, nú gjørdi hann tað aftur, RAIKO. Av Tvøroyri kom SÍ heimaftur við 8 gullmedaljum. 8 gull út av 8 møguligum. Har var bara ein finala á Tvøroyri sum SÍ ikki var við í. Og SÍ kom heimaftur við enn fleiri stoltum møðrum. Hettar fer at líkjast eini Føroya Rekord  yvir ”knock out” í eini ítróttargrein í føroyskari ítróttarsøgu.

Men tað er líkasum at eitt navn dettur burturímillum. RAIKO.

Í eini 12 ella 15 ár hevur hann verið høvuðsvenjari hjá SÍ.  Og hann hevur lært ung í Sørvági at skilja ímillum gamans og álvara. Lært tey, at vilt tú vinna, so mást tú verða klárur at ganga gjøgnum eld og vatn. Onki kemur av sær sjálvum her í lívinum.

Tað er nakað sum eitur ÁRSINS BORGARI í Sørvági. Vit vita at Sigrun og Tummas so vælfortjent hava vunnið hendan heiður áður.

Men hvat við Raiko? Tað er ongin sum hevur lyft Sørvág og Sørvingar uppá hæddir sosum Raiko seinastu nógvu ártíggjini. Gjørt Sørvingar stoltar av at verða Sørvingar.

Men er tað ongin sum orkar at lyfta upp hesi brøgdini, upp til har tey hoyra heima?

Er tað ongin sum orkar at geva hesum ótrúliga avrikara tann heiður hann hevur uppiborið? At gera hann til tað, sum hann meira enn nakar annar hevur uppiborið? Ársins heiðursborgara?

Jú sjálvsagt er tað tað. Sikkurt nokk vita fólk ikki longur mannagongdina fyri eini innstilling. Men tað má verða ein yvirkomulig uppgáva at finna útav. Og at fáa hettar í rættlag.

Rúni Nolsøe
Sørvágur

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo