Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Á myndini síggjast f.v. Claus Rasmussen, stovnsleiðari, Valkíria Lucia Dos Santos og Laila Rólantsson

Á myndini síggjast f.v. Claus Rasmussen, stovnsleiðari, Valkíria Lucia Dos Santos og Laila Rólantsson

Á myndini síggjast f.v. Claus Rasmussen, stovnsleiðari, Valkíria Lucia Dos Santos og Laila Rólantsson

Dreymurin um eitt gott lív í Føroyum gjørdist ein marra, tá hon gjørdist arbeiðsleys eftir stuttari tíð. Men nú hevur hon fingið arbeiði og skipaði viðurskifti.

Seinast í januar hevði Dagur&Vika eitt innslag um brasiliansku Valkiria Lucia úr Sao Paulo, sum kom til Føroya at arbeiða í juli 2022. Við Fast-track-skipanini gekk skjótt og væl at koma til Føroya, fáa bústað og at koma í arbeiði.

Valkiria (sum verður rópt Val) hevði annars gott alment arbeiði í Brasil, men setti alt í váða fyri at koma til Føroya við útliti til eina góða inntøku. Uppihalds- og arbeiðsloyvið var galdandi í eitt ár, og tí roknaði hon við, at hon var fullkomiliga trygg í eitt ár.

Men so varð ikki. Hóast hon fekk ein sáttmála, so varð hon saman við fleiri øðrum uppsøgd í ótíð. Hini fingu onnur arbeiði í fyritøkuni, men hon stóð á berajólum og kom øgiliga illa fyri.

Í Degi&Viku minti hon á, at útlendingar, sum koma higar, eisini hava kenslur og eru ikki robottar, men eiga at vera viðfarnir við virðing. Tey koma her við stórum dreymum, og tá støðan kann broytast á henda hátt, so kann dreymurin gerast ein marra.

Og hjá henni bleiv dreymurin til eina marru.

Í Frítíðarskúlanum í Badmintonhøllini høvdu tey tosað um at fáa fatur á eini køkshjálp, sum eisini kundi rætta eina hond sum hjálparfólk. Har er stórur ídnaðarkøkur, sum m.a. ger millummála til yvir 100 børn hvønn dag, umframt baking.

- Eg sá Valkíriu í Degi og Viku og hugsaði beinaveg, at tað hevði verið deiligt, um eg kundi hjálp henni. Søgan var øgiliga syrgilig, og eg fór at leita eftir henni á Facebook og skrivaði til hana at fregnast um áhuga fyri einum arbeiði, sigur Laila Rólantsson, sum er umboð fyri starvsfólkini í Frítíðarskúlanum. Claus Rasmussen, leiðari á stovninum, tók undir við hesum og bað Lailu bara fara í gongd og orðna tað, sum skuldi orðnast. Farið varð í gongd við Fast Track pappírini, ótrúliga nógv pappír og skjøl, sum starvsfólkadeildin hjá Tórshavnar kommunu hjálpti við.

Bíðitíðin var órímiliga long, men tey vónaðu tað besta. Ein dagin skrivaði Val og segði, at hon hevði fingið eitt heldur óklárt svar frá Danish Agency for International recruitment and integration". Laila fór við henni á politistøðina fyri at vita hvat hetta var. Stór var gleðin, tá Valkíria fekk at vita, at hon hevði fingið játtandi svar.

Nú er ein ovurfegin Val byrjað at arbeiða í Frítíðarskúlanum. Sum myndirnar vísa, so er hon longu farin í gongd. Á myndini hevur hon akkurát gjørt millummála til børnini.

Valkiria sjálv er ovurfegin og takkar fyri alla hjálp.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo