Tann 9. juni næsta ár skulu Noreg og Brasilia hittast aftur - 20 ár eftir at londini hittust til HM í Fraklandi í 1998.
Liðini bæði bresta saman á Ullevaal leikvøllinum í Oslo.
Talan verður ikki um núverandi landslið hjá londunum, men um tey, sum hittust í Marseille tann 23. juni 1998, skrivar NRK í dag.
Noreg vann tann dystin 2-1 við málum frá Tore Andre Flo og Kjetil Rekdal, eftir at Bebeto annars hevði lagt táverandi brasilsku heimsmeistararnar á odda 1-0 í seinna hálvleiki.
NRK sigur, at talan er um eina redaktionelt samstarv ímillum NRK og Aftenposten Event, sum hevur arbeitt við verkætlanini í fýra ár. Fyriskipararnir hava tryggjað sær, at teir mest týdningarmiklu spælararnir frá dystinum í 1998 - so sum Ronaldo - verða við.
Dysturin verður sendur beinleiðis á NRK.
- Vit komu ikki við til HM, so vit mugu í staðin stuttleika okkum her heima. Hetta verður tíðarinnar forspæl (til HM í Russlandi), og gleða vit okkum til eina sambaveitslu, sigur ein av fyriskiparunum av dystinum í hesum sambandi.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo