40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Arbeiðið at gera ferðavinnustrategi og menningarætlan fyri Vágar og Mykines er nú farið í gongd.

Hagtøl, Airbnb og gisting
Fyrsta stig í arbeiðinum, er at gera eina støðumynd av ferðavinnuni i økinum í dag, og her hava vit brúk fyri at øll tit, sum onkursvegna hava við gisting at gera, fara inn á eina leinkju á www.visitvagar.fo/spurnarkanning og upplýsa, hvussu nógvar gistingar tit høvdu í 2019.

Kanningin er duld og vóna vit, at tit øll upplýsa tykkara gestadøgn, tað hevur sera stóran týdning fyri framtíðarmenning og vitan í økinum.

Kunnu tit í matstovu- og handlisvinnuni eisini upplýsa, hvussu stórur partur av tykkara sølu er tengd at ferðavinnuni. Tit kunnu senda teldupost til oda(at)ferdavinna.fo ella seta tykkum í samband við verkætlanarleiðaran.

Tín hugsan telur - borgarafundir í øllum bygdum
Vit fara at manna ein fylgibólk við borgarum, fólki úr ferðavinnuni, umboðum fyri hagastýrum og áhugafeløgum.

Í august mánaði fara vit at halda borgarafundir í øllum bygdunum, har tú hevur møguleika at geva títt íkast og tína hugsan til verkætlanina.

Nýggjir møguleikar - ókeypis verkstovur og skeið
Í september vera verkstovur, sum innihalda hugarok um burðardyggar upplivingar í Vágum og Mykinesi, umframt skeið í produktmenning og prísáseting.

Framtíðartryggjað menningarætlan og strategi
Okkara vón og væntan til verkætlanina er, at tilgongdin fer at tryggja at hon er.:

  • Sosialt burðardygg - vit taka atlit til tykkum borgarar og mentan

  • Náttúru burðardygg - vit taka atlit til, virða og verja náttúru og djóralív

  • Búskarparliga burðardygg - vit menna lokal upplivilsir, sum skapa arbeiði og inntøkur kring allar Vágar og alt Mykinesi alt árið.

Vit gleða okkum til gott samstarv.

Vinarliga vegna
Visitvágar, Sørvágs Kommunu og Vága Kommunu

Oda W. Andreasen
verkætlanarleiðari

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo