Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Bøkur

- Hetta er bókin, sum sigur søguna um ein hin mest markanta og effektiva mannin í politisku søgu Føroya, verður millum annað sagt um bókina, sum verður at fáa í bókhandlunum í seinnu helvt av oktobur í ár.

Um bókina verður sagt, at hon gevur innlit í fleiri av størstu avrikum hansara, og tú fært greiði á, hvør maðurin handan almenna profilin veruliga er.

- Hvørt mansbarn í Føroyum man kennast við Heðin Mortensen. Hann hevur verið býráðslimur í skjótt hálva øld og eigur eisini metið sum tann drúgvasti borgarstjórin í høvuðsstaðnum. Bæði á løgtingi og í landsstýri hevur hann fingið seg royndan.

- Somuleiðis er hann tann, ið longst hevur hildið á sum ÍSF-forseti, og nógva aðrastaðni hevur hann verið í vási. Men hvussu mong munnu veruliga kenna hann?

- Hetta er søgan um drongin, ið bara níggju ára gamal saman við foreldrum og beiggjum flutti úr Trongisvági til Havnar at byrja eina nýggja tilveru. Har fall hann væl til og gjørdist havnarmaður um ein háls. Hann fann sær konu, fekk familju og gjørdist virkin á so nógvum økjum.

- Og hóast mamman helt hann vera ein smædnan smádrong, er tað ikki fyri smædni, hann er best kendur.

- Ítróttur og politikkur hava myndað stóran part av lívi hansara, men har er eisini so nógv annað.

- Søgan um Heðin er søgan um barna- og ungdómsárini, um kappróðrarárini og hvussu hann tann vegin endaði í politikki, um „dystir“ og orrustur bæði í ÍSF og politikki, um frítíðarítriv og nógv av tí, honum annars hevur verið fyri á lívsleiðini.

- Tá ið tú hevur lisið søguna um Heðin, átti tú at kent hann nógv betur, enn tú gjørdi frammanundan, verður sagt.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo