Bert maður vil, ber so mangt til
- Ludvík á Brekku

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

SF: Teir hava verið ein yndis rockbólkur hjá føroyingum. Melodiøsi og nýskapandi rocktónleikurin hjá teimum fangaði føroyingar, og hittini hjá bólkinum kunnu næstan teljast upp í føroyska rockarvin.

Nú kemur Uriah Heep aftur til Føroya at hava konsert, og hesa ferð verður tað á landsins størsta palli. Uriah Heep spælir á Summar Festivalinum í august, og bólkurin er í sera góðum formi, nú teir koma hendan vegin at framføra.

Uriah Heep hevur verið sera virkin bólkur, bæði við útgávum og ikki minst við konsertum seinnu árini. Í løtuni standa yvir 60 konsertir á skránni í Europa og USA í 2024. Eitt nú skal Uriah Heep á bretska konsertferð saman við Judas Priest og Saxon í mars mánaði.

Uriah Heep vann fram í sjeyti árunum, og teir hittaðu við sangum sum  "Lady In Black", "Easy Livin’", "The Wizard", "July Morning", "Free Me", "Stealin’" og "Gypsy".

Uriah Heep er ein av upprunaligu rockbólkunum úr sjeytiárunum. Saman við bólkum sum Led Zeppelin, Black Sabbath og Deep Purple vóru teir við til at skapa og mynda tann klassiska, bretska rocktónleikin.

Mick Box, sum var ein av stovnarunum av Uriah Heep, er still going strong og spælir framvegis gittar í bólkinum. Afturat honum eru Bernie Shaw, Phil Lanzon, Russell Gilbrook og Davey Rimmer. Teir hava spælt saman í nógv ár og eru sera væl samanspældir.

Sangirnir hjá Uriah Heep hava verið nógv spældir í Føroyum, og Uriah Heep hevur áður vitjað í Føroyum. Í 1988 høvdu teir tvær konsertir í Føroyum, í 1990 høvdu teir eina, og í 2018 spældu teir fyri fullari ítróttarhøll á Hálsi í Havn.

Tá ið fyrsti Summar Festivalurin var hildin í 2004, var Ken Hensley høvuðsnavn. Hann var ein av oddamonnunum í Uriah Heep, men fór burtur úr bólkinum í 1980. Nú Summar Festivalurin kann halda 20 ára jubileum, verður ein vøkur sloyfa bundin um fyrstu 20 árini hjá festivalinum, og Uriah Heep var eitt av høvuðsnøvnum. Frammanundan hevur Summar Festivalurin kunngjørt bretsku poppstjørnuna Olly Murs sum annað høvuðsnavn.

Summar Festivalurin verður hildin í døgunum frá 8. til 10. august.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo