Hin hættisligasti sjónleikurin er tann, ein leikar fyri sær sjálvum
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Nú kemur ein av yndisrockbólkunum hjá føroyingum til Føroya at hava konsert. Leygarkvøldið 22. september spælir Uriah Heep í Havn.

Uriah Heep hittaði við sangum sum Lady In Black, Easy Livin’, The Wizard, July Morning, Stealin’ og Gypsy. Sangirnir hjá Uriah Heep hava verið sera nógv spældir í Føroyum, og nú fáa føroyingar ein gyltan møguleika – kanska tann seinasta – at uppliva Uriah Heep live. 

Uriah Heep er ein av upprunaligu rockbólkunum úr sjeytiárunum. Saman við bólkum sum Led Zeppelin, Black Sabbath og Deep Purple vóru teir við til at skapa og mynda klassiska bretska rocktónleikin. 

Mick Box, sum var ein av stovnarunum av Uriah Heep, er still going strong og spælir framvegis gittar í bólkinum. Afturat honum eru Phil Lanzon, Bernie Shaw, Russell Gilbrook og Davey Rimmer.

Uriah Heep spæla konsertir kring allan heimin og eru í sera góðum formi. Teir góvu fyri kortum nýggjan sang út, og beint fyri konsertina í Føroyum kemur nýggj útgáva frá bólkinum. 

Uriah Heep spælir í Dansifrøi í Havn leygarkvøldið 22. september.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo